Fróðskaparrit - 01.01.1971, Side 69
Fólkanøvn í Eysturoyar sýslu 1801
77
5 Andre(a)s- eru, eins og fornavniS, í Funningi, við Gjógv
og í Elduvík, og har aftrat í Oyndarfirði. Aldur: 14—
64 ár.
8 Antonis- eru í Oyndarfirði, í Elduvík, á Skála og við
Sjógv. Aldur: 2—55 ár.
14 A(u)gustinus- eru í Oyndarfirði, í Fuglafirði, í Leirvík,
í Gerðum og á Selatrað. Aldur: 1—74 ár. Teir í Oyndar-
firði eru skrivaðir Agustinus.
5 Berendts- eru í Sevlendi og í Gerðum og har aftrat á
Toftum. Aldur: 3—48 ár.
4 Bertels- eru í Gerðum, eins og fornavnið, og har aftrat
í Fuglafirði, í Elduvík og við Gjógv. Aldur: 34—72 ár.
1 Birgers- er 67 ára húsmaður á Selatrað. Birgir er ikki til
sum fornavn í Eysturoyar sýslu 1801. Sí eisini Byrges-.
1 Brun er 56 ára Maria Kirstine, bóndakona við Sjógv.
1 Byrges- er 60 ára ognarleysur maður í Oyndarfirði, men,
sum ávíst, finst Birgir ikki sum fornavn í Eysturoyar
sýslu 1801. Sí Birgers-.
19 Christians- eru í somu sóknum sum C.-fornavnið. Aldur:
2—62 ár.
1 Claus-datter er 71 ára omma hins einnevnda C. á
Glyvrum.
8 Clemends- eru seks 2—8 ára børn bóndans á Lambagarði
og tvær 60—72 ára einkjur á Toftum og á Selatrað.
18 Daniels- eru, eins og D.-fornavnið, í øllum sóknum og
í øllum aldri.
4 Davids-, øll á Eiði, eins og teir báðir, ið bera D.-for-
navnið.
3 Diones-, øll á Eiði, eins og hin einnevndi Djóni í Eystur-
oyar sýslu 1801. Aldur: 4—76 ár.
8 Diurhuus eru 62 ára bóndakona á Glyvrum og 25 ára
bróðursonur hennara á Selatrað. Á Nesi búgva 61 ára
bókhaldarin fyri Argja hospital og 18 ára bróðurdóttirin,
og á Torkilsheyggi býr 60 ára prósturin við trimum
heimaverandi 13—17 ára børnum. Tvey av teimum hava
ávikavist Splid og Wang sum millumnøvn.