Fróðskaparrit - 01.01.1971, Blaðsíða 70
78
Fólkanøvn í Eysturoyar sýslu 1801
13 Elias- eru í somu bygdum, sum E.-fornavnið. Aldur: 3—
75 ár.
2 Erichs- eru 6—8 ára smágentur í Leirvík.
2 Eydens- eru ávikavist sonur og móðir teirra, sum einsa-
mallir bera E.-fornavnið í Eysturoyar sýslu 1801.
2 Gabriels- í Leirvík, 30—35 ár, eru helst báðir synir hins
76 ára G. í Leirvík.
7 Gregers- eru, eins og G.-fornavnið, á Eiði og í Syðrugøtu
og har aftrat í Norðragøtu og í Oyndarfirði. Aldur:
2—76 ár.
2 Guttes- eru 85 ára kona í Syðrugøtu og 76 ára einkju-
maður í Oyndarfirði. í Eysturoynni 1801 er Gutti ikki
til sum fornavn uttan sum Guttormur, og hann er ein-
nevndur.
1 Haldans-datter er 29 ára bóndakona á Lambagarði og
móðir at einnevnda Hálvdani.
89 Hans- eru, eins og fornavnið, í øllum sóknum og í øllum
aldri.
3 Haralds- eru 3—11 ára børn hins einnevnda H. í Oyndar-
firði.
33 Hejnes- eru í somu sóknum sum Heina-fornavnið. Aldur:
5—79 ár.
3 Hendrichs- eru 48—57 ára menn á Eiði, í Funningi og í
Gørðum. H.-fornavnið finst bara í samanseting Johan
Hendrich.
20 Høgnes- eru í somu sóknum, sum fornavnið Høgni, tó
ikki í Gøtu men í Sjóvar sókn, har fornavnið ikki er til.
22 Isaks- eru í somu sóknum sum l.-fornavnið, tó ikki í
Gøtu sókn, men í Sjóvar sókn.
106 Jacobs- eru, eins og J.-fornavnið, í øllum sóknum og í
øllum aldri.
1 ]acob-Siskas-ántter er 76 ára einkja i Funningi.
11 Jeramias- eru øll í Fuglafirði og í Elduví-k. Aldur: 2—
59 ár.
81 Johannes- eru, eins og fornavnið, í øllum sóknum og í
øllum aldri.