Fróðskaparrit - 01.01.1971, Blaðsíða 88
96
Kanningar av gongdini hjá fjarðarsild í Føroyum
varð eftir æti. Tann toluliga beina farleiðin og ætistøðirnar
eru settar á 1. mynd. Heitið Funningsfjørður verður, tá ið
einki annað er tilskilað, nýtt um innasta partin av fjørðinum,
innan fyri grynnuna.
Úrslit
Ætigongdin um samdøgrið
2. mynd sýnir skiftið av tí mest vanligu copepodslektini
Acartia á ymiskum dýpi. 1 hvørjum raði av hálum er talið á
Acartia gjørt upp, og nøgdin í °/o á ymiskum dýpi er roknað
út og sett upp á myndini. Av savnaðumAcartia var megin-
parturin ikvenndýr við eggjabjølgi. Næst Acartia var Oiko-
pleura (Appendicularia) fjølmentasta slektin, men nógv fá-
mentari enn Acartia, sum kom fyri við tveimum sløgum:
A. longiremis, Lilljeborg, og A. Clausii, Giesbrecht. Nøgdar-
skiftið millum hesar báðar ættirnar er ikki gjørt upp.
Einstøk dýr vóru spjadd í sýnislutunum av hesum sløgum
og slektum:
Podon sp., Lilljeborg.
Evadne normanni, Loven.
Oithono sp., Baird.
Temora longicornis, O. F. Miiller.
Pseudocalanus sp., Boeck.
Eyðkenda lagið um dagin er, at copepodur halda seg frá
botninum, eru uppi í sjónum til 10 m undir vatnskorpuni.
Longri uppi í sjónum minkar talið skjótt. Steemann Nielsen
(1943) hevur eina viðraking úr Funningsfjørði á vári 1934
kl. 12 GMT, sum sýnir sama skifti av ætinum (plankton).
Um náttina geva copepodurnar seg upp frá botninum og
eru tá fjølmentastar frá 10 m dýpi og uppeftir.
Broytingin í gongdini eftir dag- og náttvánum er bráð.
Hetta sæst av muninum ímillum røðini av hálunum II og III.
II er veitt kl. 1730, III kl. 1830 GMT, hetta merkir ávikavist
stutt fyri og stutt eftir sólsetur. I I og II hava vit eyðkent
dagskifti, í III er náttskiftið úm at verða skipað.