Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 93
Kanningar av gongdini hjá fjarðarsild í Føroyum
101
4. mynd.
Ferðing hjá sild upp og niður í sjónum. Funningsfjørður okt. 1968.
Vertical migration of herring in Funningsfjørður oct. 1968.
Økið við grovum prikkum sýnir á hvørjum dýpi sildin stendur gjøgnum
samdøgrið.
The rough spotted area indicates the dept in which the herring is situated
during 24 hours.
virði. Postuma (1957) helt, at hetta virðið var minni enn 1
lux hjá sild í Norðsjónum. Afturat hesum hevur Devold. (1968)
prógvað, at norska sildin ikki skiftir støðu gjøgnum sam-
døgrið, tá ið myrkt er í veðrinum. Jørgen Olsen (1971)
gjørdi somu roynd á Vágsfirði ljósu summarnæturnar. Tá
ið ljósið fer ikki upp um ella niður um eitt ávfst virði, fer
sildin hvørki upp ella niður. Blaxter og Parrish (1959) hava
kannað atburðin hjá sild, sum havd var í tanga, og sum lýst
varð á. Royndin sýndi, at tá ið ljósið minkaði niður um eitt
ávíst virði, 1 — 0,1 lux, spjaddi torvan seg. Tá ið ljósið aftur
mentist upp um hetta virðið, savnaði sildin seg aftur í torvu.
Er so myrkt, at sildin ikki sær, er hon ikki før fyri at halda
seg í torvu.
Kanningin á Funningsfirði hóvar væl saman við hesum.
Viðví'kjandi ferðingini upp og niður í sjónum kann tað, leys-
liga mett, ty-kjast eins og sildin bert eltir ætið, dýrini hon
føðir seg við. Kanningar av sildamagum sýna tó, at sildin ikki