Fróðskaparrit - 01.01.1971, Blaðsíða 130
138
Útlitið fyri áhaldandi vøkstri í fólkatali Føroya
32,8 °/oo. Síðan minkar tað skjótt, og kemur á botn longu í
1936—40, men tekur seg síðan uppaftur til eitt nýtt hávirði
í fyrsta fimm ára skeiði aftaná heimsbardagan seinna. Við
minkandi ferð felliur tað so aftur eini fimtan ár, men í 1969
og 1970 (hetta seinna er fyribilstal) tekur tað uppaftur ferð
á seg og kavar niður á ávikavist 21,5 °/oo og 20,8 %o. Orsøk
til hesa nýggjastu lækking í burðartalinum er helst tann, at
teir sonevndu p-pillarar fáa alt størri útbreiðslu, men orsøkin
kann eisini vera tann, at hjúnarbandstalið er lægri enn árini
frammanundan. Men enn eru eingi hagtøl fáanlig hesum við-
víkjandi.
Viðvíkjandi deyðatalinum er eisini farin ein Mðandi broyting
fram. Sum heild hevur tað verið lækkandi alt hetta tíðarskeiði.
Bert tvær ferðir hevur tað verið hækkandi við meira enn
einum promille. Tað er millum 1840—49 og 1850—59, og so
aftur millum 1891—95 og 1896—00. Uttan at viðgera tað
nágreiniligari, skal her minnast á, at deyðatalið (deyð uppá
1.000 íbúgvarar) kann broytast, uttan at nøkur broyting
hendir t. d. í meðallivia'ldrinum ella aldurstreytaða deyða-
talinum. Orsøkin er tá tann, at aldurssamansetingin í fólka-
nøgdini broytist, tí at burðartalið hækkar ella lækkar, ella at
ein flyting ger seg ga'ldandi. Og burðartalið er júst hækkandi
millum 1850—59 og 1911—15, soleiðis at tann samlaða fólka-
nøgdin sum heild verður yngri, og tí eru lutfalsliga færri í
teim aldursbólk'um, sum hava týðandi deyðafráfall.
Tað øvugta hendir nú í hesum árum. Tey nógvu, sum vórðu
fødd fyrst í hesi øld (hygg 2. mynd), eru nú um 60 ár og
koma sostatt inn í teir aldursbólfcar, har deyðafráfallið er
stórt. Aldursbólkurin yvir 60 ár veksur lutfalsliga, og tí má
deyðatalið, sum er eitt lutfaMstal eisini fara at vafcsa. Tað
hevur síðan 1951—55 ligið og flutt seg aftur og fram miMum
7,5 og 6,8 °/oo, og man innan fyri komandi 10 árini fara at
røkka uppá ella upp um 8 °/oo.
Hvussu kunnu vit hinvegin vænta, at burðartalið fer at
ganga í komandi tíðum? Tað hevur týðuliga lyndi til at faMa,
men ringt er at spáa um framtíðina. 1 »Investeringsbehovet
for Færøeme 1969—1975«, København 1969, eru gjørdar 11