Fróðskaparrit - 01.01.1971, Side 132
140
Útlitið fyri áhaldandi vøkstri í fólkatali Føroya
a) og d) vera hildnir at vera rímiligir. Á 2. mynd vísa tølini
fyri tey tvey seinastu árini, sum fyrr nevnt, eitt týSuligt fall.
Hetta fallið hevur eisini verið í grannalondum okkara. 1 Is-
landi minkaði burðartalið við V6, frá 1964 cil 1968 ella frá
25,3 niður í 20,9 °/oo. I Danmark minkaði tað frá 1965 til
1969 somuleiðis við umleið V6, úr 18,0 til 14,5, men tykist nú
at vera steðgað á. 1 Noreg sæst einki týðandi fall at hava
verið, og í Svøríki var burðartalið frammanundan heilt lágt,
men tað hevur somuleiðis verið fallandi tey seinnu árini, í
1966: 15,8 °/oo og í 1969: 13,5 %o. Um nú burðartalið í Før-
oyum eisini fer at minka við um leið J/6, kunnu vit tí vænta
okkum at talið fer úr 23 %o (meðal fyri 1961—65) niður á
19 %o um heilt fá ár.
Tann her nýtta støddin, burðartalið, verður sum nevnt rokn-
að í mun til samlaða fólkatalið. Aðrastaðni er víst, R. Gutte-
sen (1969 & 1970), hvussu kynslutfallið, roknað sum tal av
monnum fyri hvørjar 100 kvinnur, hevu-r skift. Fyrr, t. e.
áðrenn 1925, var meiriluti av kvennkyni í føroyska samfel-
agnum, men síðan hava menninir verið í meiriluta. Munurin
gerst framvegis størri og størri, og í 1966 var kynslutfallið
110. Og sum her skal verða umrøtt gjølligari tekur burtur-
flytingin mest av kvinnum úr aldursbólkinum 15—20 ár. Tað
er eyðsæð, at eisini hetta fer at fáa negativa ávirkan á burða-
talið.
3. mynd, sum vísir aldurssamansetingina av nettoflytingini
til Danmarkar, er bygd á tilfar úr Statistisk Árbog yvir fleiri
ár, tí enn eru ongar uppgerðir yvir al'la nettoflytingina millum
Føroyar og útlandið. Tað mest áhugaverda her er helst, at tað
eru kvinnur millum 15 og 20 ár, sum eiga helvtina, 50 °/o,
av allari nettoflytingini hendavegin; sami aldursbólkur av
monnum letur 19 °/o. Bert í mannfólkabólkinum 25—29 ár er
javnvág í frá- og tilflyting.
1 londurn, har burðartalið enn er høgt, er vanligt, at tað
eru kvinnur í aldursbólkinum 25—29 ella 30—34 ár, ið eiga
lutfallsliga flest børn, meðan tað í londum, sum eru komin
niður á eitt lægri burðartal, er vanligt, at kvinnualdursbólk-
urin 20—24 ár liggur á odda hesum viðvíkjandi.