Fróðskaparrit - 01.01.1971, Side 134
142
Útlitið fyri áhaldandi vøkstri í fólkatali Føroya
Um aldarskiftiS var tað so í Føroyum, at aldurstreytaða
burðartalið var hægst í bólkinum 30—34 ár, og næst hesum
komu bólkarnir 25—29 og 35—39 ár. Kvinnur í hesum aldri
vóru tá kjarnan í tí barnføra partinum av fólkinum. (Stat.
Medd., 4.56.4).
2. talva
Aldurstreytaðu burðatølini 1951—55, 1956—60 og 1961—65
15—19 20—24 25—29 30—34 35—39 40—44 45—49
ár ár ár ár ár ár ár
1951—55 24,3 161,0 211,9 161,8 109,6 46,9 6,5
1956—60 40,0 200,2 219,9 165,0 103,8 37,1 3,0
1961—65 46,7 236,8 207,2 157,1 92,9 37,6 2,9
Nú er hetta fyribrigdi broytt. Sum 2. talva (úr Stat. Tab.
1970, 1) vísir, er tað nú bólkurin 20—24 ár, sum hevur hægsta
aldurstreytaða burðartal, og tað er í skjótum vøkstri. Við
undantak av teim 15—19 ára gomlu, sum enn hava eitt rættu-
liga lágt burðartal, er aldurstreytaða burðartalið minkandi ella
stendur í stað í øllum hinum bólkunum. Tað er tí at vænta,
at 'kvinnur úr bólkinum 20—24 ár fara at fáa enn størri
týdning hesum viðvíkjandi.
Samanhildið við tað, sum frammanundan er sagt um møgu-
ligu gongdina í deyðatali, kunnu vit sostatt vænta okkum ein
náttúrligan vøkst í fólkatalinum upp á umleið 10 °/oo. Men
nú er náttúrligur vøkstur ikki tað sama sum veruligur vøkstur,
tí í flestu førum fer fólkaflyting antin at leggja aftrat ella
draga frá, alt eftir sum nettoflytingin gongur til ella frá landi.
Hesin luttøkutáttur er ti'kin við inn í sundurgreiningina á
4. mynd. Nettoflyting er í hesari mynd avsett sum x-ás, netto-
útflyting til vinstnu og nettoinnflyting til høgru. Nullstøðan
er merkt við einum gráum loddrættum belti. Sum y-ás er
náttúrligur vøkstur avsettur. Munurin millum nettofiyting,
sum í flestum førum er negativ, og náttúrligan vøkst nevnist
veruligur ella sannur vøkstur og kann í hesum føri beinleiðis
avlesast á skákstrikunum í diagramminum. Koordinatarnir til
tey einstøku punktini eru i'kki báðir kendir. Vit vita einki