Fróðskaparrit - 01.01.1983, Blaðsíða 35
38
YVIRLIT YVIR FØROYA FUGLAR
Hesi fólk hava hjálpt okkum við at fáa
skrásetingina til vegar og eiga okkara bestu
tøkk:
Christer Ahlstrøm og Jens-Kjeld S. Jensen,
útstapparar, Erik Mortensen og Aksel Poul-
sen, fuglafrøðingar, Andrias Reinert, lív-
frøðihjálparmaður, Bergur Olsen, stud. scient.,
Ame Nørrevang, dr. phil. og Eyðun Winther,
cand. agro. Somuleiðis veita vit Jóhan
Hendriki W. Poulsen, mag. art. tøkk fyri
hjálp at greina fuglanøvnini. Jørn Skeldahl
hevur tikið myndirnar.
Til tess at halda á við at økja um kunnleik-
an til fuglalívið, vildu vit eisini gjarna, at fólk
framvegis senda okkum funnar deyðar fuglar,
og annars frágreiðingar um sæddar fuglar til
Føroya Náttúrugripasavn. Tá ið tað snýr seg
um tey vanligu sløgini, eigur nágreinilig dag-
festing, tal og stað at verða viðmerkt, og
viðvíkjandi teimum sjáldsomu sløgunum, ið
fólk vilja gera almannakunnug, skal eisini
verða hjáløgd ein neyv lýsing, ið send kann
verða SU.
Føroya Náttúrugripasavn á
grækarismessu 1983.
Havtyrðil. Fyrstu fráboðaninar um, at hann er funnin at eiga í Føroyum, eru frá 1930-árunum. Hann kann
tó hava átt her leingi fyri ta tíð. (Mykineshólmi 11. juli 1982).