Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 13
16 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... frá hesum skeiði á aðalfundi felagsins 17. des. 1964. »Skeið í føroyskum máli og bókmentum hevur verið hildið á Málstovninum frá 7. jan. til út í mai og aftur frá okt. til 10. des. 1964. Skeiðið byrjaði við lítlari hátíð 7. jan. kl. 4, har umframt fyristøðumannin Chr. Matras, professara, og átta næmingar eisini lands- stýrismaður N. Winther Poulsen og umboð fyri Fróðskaparfelagið (Sverri Dahl, Jóh. av Skarði, Jóhan Hendrik W. Poulsen og H. D. Joensen) vóru hjá. Formaðurin bjóðaði væl- komin, og annars vórðu stuttar røður hildn- ar av Niels W. Poulsen og Chr. Matras. Skeiðið... hevur verið 4 dagar um vikuna við 2 tímum hvønn dag. Várið vórðu fyri- lestrar hildnir, mest av Chr. Matras, um føroyskt mál frá øllum tíðarskeiðum um- framt bygdamál. Fingist varð við brot úr øllum, síðani føroyingar fóru at skriva. Næmingarnir fingur allir uppgávur at granska heima og síðan leggja fyri í tímunum. — Ein meinbogi á hesum skeiði var tað, at allir næmingar høvdu fullan arbeiðsdag at røkja frammanundan, og tiltøk mugu verða gjørd í framtíðini at royna at loysa henda spurning. Fastur hjálpilærari 1 tíma um vik- una í lingvistikki hevur Povl Skárup, magist- ari, verið alt várið, men umframt vórðu ein- stakir fyrilestrar hildnir av Sverra Dahl, Jóhannesi av Skarði og Páll J. Nolsøe. í øllum førum varð samstundis gjørd bók- mentalig metan av tí tilfari, sum handfarið varð. Men um heystið snúðu — eftir ynski næminga — allir fyrilestrar seg um yngri føroyskar bókmentir. Aftrat teimum fyri- lestrum, hann sjálvur helt, hevði Chr. Matras biðið ymisk eldri og yngri skald koma á skeiðið at greiða frá og lesa upp: Hans Jac. Jacobsen, Karsten Hoydal, Jens Paula Heine- sen og Tummas Nap. Djurhuus. Aðrir høvdu verið bidnir, men lá ikki fyri hjá teimum at koma. Tó sendi Poul F. Joensen røðu inn á stálbandi, og Líggjas í Bø skrivaði røðu. — Ulf Zachariasen, magistari, hevði móti end- anum av skeiðinum 16 fyrilestrar. Undirvísingartilfarið var tað tilfar, sum fingið er til vegar til skeiðið við at keypa (peningajáttan frá løgtinginum, sum helt fram á núverandi figgjarlóg), lán frá Lands- bókasavninum, ljósprent av ymiskum máls- ligum tilfari, sum ikki annars er til skjals í nóg nógvum eintøkum og partur av bóka- savni Chr. Matras, sum hann hevði heim við sær. 16. des. 1964 var veitsla á Parnassinum við og fyri teimum, sum á skeiði høvdu verið og kent. Skeiðið, sum er fyrsta roynd til hægri und- irvísing í føroyskum, má sigast at hava verið væl eydnað, og hugurin hjá øllum tykist at vera stórur til framhald í meiri fastari legu.« Á tí umrøddu veitsluni vórðu sjálvandi røður hildnar og ynski sett fram um ein hægri lærustovn í Føroyum. Nevndin fór eldhugað til verka at stríðast fyri hesum máli og royna at fáa Chr. Matras at koma at vera á Málstovninum burturav. Ymiskir spurning- ar vóru at loysa í hesum sambandi, men kort- ini ikki verri enn so, at felagsformaðurin kundi enda frágreiðing sína um ársskeiðið við at siga, at »vónandi er tí, at Chr. Matras verður skipaður í embæti sum professari her við Málstovnin 1. juli 1965.« Tað kom kortini einki professorát á Mál- stovninum, tí sum kunnugt varð Fróðskapar- setur Føroya sett á stovn 20. mai 1965. Fyrsta deild setursins, seinni nevnd Føroyamálsdeild- in, kom at átaka sær ta gransking og undir- vísing, sum Málstovnurin hevði lagt støði undir. Spurningurin var so, um Málstovnurin skuldi leggjast niður, ella um hann skuldi fáa aðrar uppgávur.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.