Fróðskaparrit - 01.01.1983, Blaðsíða 17
20
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
Bygging av seturshúsinum
Fróðskaparfelagið hevði í 1964 gjørt eitt
skitsuuppskot til eini hús. Á fyrsta setursráðs-
fundi 24. mai 1965 varð sett ein nevnd at
skipa fyri byggingini. í bygginevndina vórðu
setursráðslimirnir valdir, Chr. Matras, pro-
fessari, og Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøð-
ingur.
Avgjørt varð, at Føroya Fróðskaparfelag
skuldi byggja húsini og síðan handa sjálv-
eigandi stovninum Fróðskaparsetri Føroya
tey. í september 1965 varð samtykt at byggja
eini hús í tveimum lonum oman fyri Báta-
høllina. Syðra lonin skuldi byggjast í tveim-
um hæddum við skrivstovum, fyrilestrasali
og eldtryggum goymslurúmi í miðhæddini,
og 4 búrúmum, køki og baðrúmi í loftinum.
Norðara lonin skuldi vera í trimum hæddum.
Fiskiídnaðarstovan skuldi hava hølini í
kjallaranum, Fiskirannsóknarstovan mið-
hæddina, og loftið skuldi vera hjá Fróðskap-
arsetrinum at taka til. Lamhauge & Waag-
stein detailprojekteraðu húsini, og byggi-
felagið Danberg & Joensen bygdi tey. Frá
sumri 1967 fluttu stovnarnir inn so við og
við, og húsini vórðu alment tikin í nýtslu
17. desember 1967. í hesum sambandi var
hátíðarhald við nógvum bodnum gestum.
Eftir skitsuuppskoti Fróðskaparfelagsins í
1964 skuldu húsini kosta kr. 500.000. Tá ið
liðugt var at byggja og hampa uttan um
húsini, var byggikostnaðurin kr. 700.000
(búrúmini íroknað). Afturat hesum komu
25.000 kr. til at innrætta lesistovu til visinda-
deildina á loftinum í norðaru lonini.
Upprunaliga hevði ætlanin verið at fáa
peningastovnar í landinum í felag at reisa
Fróðskaparsetrinum eini hús, men tað bar
ikki til. Fíggingin kom so at vera tann, at
Føroya Sparikassi læt 200.000 kr. í lagalig-
um láni til bygging av Føroyamálsdeildini
og játtaði samstundis úr gávugrunni sínum
at lata studning til afturgjaldingar av lánin-
um. Eftir einans trimum árum var lánið
á henda hátt afturgoldið. Tá samanum kem-
ur, hevur Føroya Sparikassi sostatt givið
Fróðskaparsetrinum syðru lonina av seturs-
húsunum. Norðara lonin, sum skuldi hýsa
Fiskirannsóknarstovuni og Fiskiídnaðar-
stovuni, varð fíggjað á tann hátt, at Føroya
Banki, Sjóvinnubankin og Tryggingarsam-
bandið veittu kr. 125.000 í láni hvørt at gjalda
aftur eftir 30 árum við lagaligari rentu. Lánini
vórðu síðan hækkað við 30.000 kr. frá hvørj-
um av teimum fýra nevndu stovnunum. Rent-
ur og avdráttir hevur setrið goldið av pen-
ingi, ið er fingin úr landskassanum, fyrst
sum byggistudningur, síðan sum leiga.
Tey fýra búrúmini vórðu fíggjað so, at
Føroya Lærarafelag læt pening til Skúlans
stovu, Føroya Landsstýri til Bóndans stovu,
Tórshavnar býráð til Áarstovu og Collegium
Academicum Færoensis til Janusarstovu.
Hvør læt 20.000 kr.
Peningurin, setrið hevði at byggja fyri, var
tilsamans 775.000 kr., byggikostnaðurin 725.
000 kr. Sostatt fekk setrið eitt avlop til seinni
nýtslu. Tær báðar lonirnar eru tó framvegis
einastu hús, sum sjálveigandi stovnurin
Fróðskaparsetur Føroya eigur. Fróðskapar-
setrið hevur í dag eisini innivist í hølum,
sum landið eigur, og leigar eisini frá privatum.
Virksemi Fróðskaparsetursins
»Endamál setursins er vísindaligt rannsóknar-
starv og hægri undirvísing. Skylda læraranna
er at fremja bæði,« stendur í lóg setursins.
Við einum professara og einum »hálvum«