Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 17

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 17
20 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... Bygging av seturshúsinum Fróðskaparfelagið hevði í 1964 gjørt eitt skitsuuppskot til eini hús. Á fyrsta setursráðs- fundi 24. mai 1965 varð sett ein nevnd at skipa fyri byggingini. í bygginevndina vórðu setursráðslimirnir valdir, Chr. Matras, pro- fessari, og Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøð- ingur. Avgjørt varð, at Føroya Fróðskaparfelag skuldi byggja húsini og síðan handa sjálv- eigandi stovninum Fróðskaparsetri Føroya tey. í september 1965 varð samtykt at byggja eini hús í tveimum lonum oman fyri Báta- høllina. Syðra lonin skuldi byggjast í tveim- um hæddum við skrivstovum, fyrilestrasali og eldtryggum goymslurúmi í miðhæddini, og 4 búrúmum, køki og baðrúmi í loftinum. Norðara lonin skuldi vera í trimum hæddum. Fiskiídnaðarstovan skuldi hava hølini í kjallaranum, Fiskirannsóknarstovan mið- hæddina, og loftið skuldi vera hjá Fróðskap- arsetrinum at taka til. Lamhauge & Waag- stein detailprojekteraðu húsini, og byggi- felagið Danberg & Joensen bygdi tey. Frá sumri 1967 fluttu stovnarnir inn so við og við, og húsini vórðu alment tikin í nýtslu 17. desember 1967. í hesum sambandi var hátíðarhald við nógvum bodnum gestum. Eftir skitsuuppskoti Fróðskaparfelagsins í 1964 skuldu húsini kosta kr. 500.000. Tá ið liðugt var at byggja og hampa uttan um húsini, var byggikostnaðurin kr. 700.000 (búrúmini íroknað). Afturat hesum komu 25.000 kr. til at innrætta lesistovu til visinda- deildina á loftinum í norðaru lonini. Upprunaliga hevði ætlanin verið at fáa peningastovnar í landinum í felag at reisa Fróðskaparsetrinum eini hús, men tað bar ikki til. Fíggingin kom so at vera tann, at Føroya Sparikassi læt 200.000 kr. í lagalig- um láni til bygging av Føroyamálsdeildini og játtaði samstundis úr gávugrunni sínum at lata studning til afturgjaldingar av lánin- um. Eftir einans trimum árum var lánið á henda hátt afturgoldið. Tá samanum kem- ur, hevur Føroya Sparikassi sostatt givið Fróðskaparsetrinum syðru lonina av seturs- húsunum. Norðara lonin, sum skuldi hýsa Fiskirannsóknarstovuni og Fiskiídnaðar- stovuni, varð fíggjað á tann hátt, at Føroya Banki, Sjóvinnubankin og Tryggingarsam- bandið veittu kr. 125.000 í láni hvørt at gjalda aftur eftir 30 árum við lagaligari rentu. Lánini vórðu síðan hækkað við 30.000 kr. frá hvørj- um av teimum fýra nevndu stovnunum. Rent- ur og avdráttir hevur setrið goldið av pen- ingi, ið er fingin úr landskassanum, fyrst sum byggistudningur, síðan sum leiga. Tey fýra búrúmini vórðu fíggjað so, at Føroya Lærarafelag læt pening til Skúlans stovu, Føroya Landsstýri til Bóndans stovu, Tórshavnar býráð til Áarstovu og Collegium Academicum Færoensis til Janusarstovu. Hvør læt 20.000 kr. Peningurin, setrið hevði at byggja fyri, var tilsamans 775.000 kr., byggikostnaðurin 725. 000 kr. Sostatt fekk setrið eitt avlop til seinni nýtslu. Tær báðar lonirnar eru tó framvegis einastu hús, sum sjálveigandi stovnurin Fróðskaparsetur Føroya eigur. Fróðskapar- setrið hevur í dag eisini innivist í hølum, sum landið eigur, og leigar eisini frá privatum. Virksemi Fróðskaparsetursins »Endamál setursins er vísindaligt rannsóknar- starv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði,« stendur í lóg setursins. Við einum professara og einum »hálvum«
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.