Fróðskaparrit - 01.01.1983, Blaðsíða 28
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
31
Eftir 1974 er dagliga fyrisitingarliga leiðslan
savnað í hondunum á setursskrivaranum,
meðan fakliga leiðslan er spjadd. Setrið hevur
ongan fakligan leiðara ella rektara í vanligari
merking, men setursráðsformaðurin hevur í
ávísum førum umboðað setrið sum rektari.
Limir í setursráðnum hava verið:
1965-1968 Sverri Fon, landsbókavørður
1965-1974 Jákup Sverri Joensen, statsbiologur
1965-1977 Hans Debes Joensen, landslækni
1965-1977 Jóannes Rasmussen, statsgeologur
1965- Arnbjørn Mortensen, rektari
1968- Sverri Egholm, landsbókavørður
1974- Johan Djurhuus, skrivstovustjóri
1977-1983 Hans Jacob Joensen, sóknarprestur
1977- Jóan Pauli Joensen, savnvørður
1983- Høgni Debes Joensen, landslækni
Formenn:
1965-1974 Jóannes Rasmussen
1974-1977 Hans Debes Joensen
1977-1979 Johan Djurhuus
1979- 1980 Hans Jacob Joensen
1980- Jóan Pauli Joensen
í lógini og kunngerðini fyri setrið eru um-
rødd lærararáð og rannsóknarráð, sum bert
hava ráðgevandi myndugleika. Lærararáðið
»skal verða spurt í øllum undirvísingarmálum
og yvirhøvur í øllum málum, sum hava við
vísindaligu undirvísingina at gera, og eisini,
tá ið lærarar skulu setast«; eisini skal lærara-
ráðið sbrt. reglugerðini fyri setrið leggja und-
irvísingarætlanir og fyrilestrarætlanir seturs-
ins fyri eitt ár í senn. Hetta seinna er broytt
so við og við, sum setrið er vaksið og hevur
fingið fleiri deildir. Lærararáðið hevur sínar
viðtøkur, góðkendar av landsstýrinum, og
lærararáðsformaðurin og næstformaðurin
verða valdir fyri 2 ár í senn.
Rannsóknarráðið er umrøtt í reglugerðini;
í hesum ráð skulu sita fast tilnevndu lærarar-
nir við setrið og fyristøðumenninir fyri teim-
um stovnum, har undirvísing og rannsóknar-
arbeiði fer fram í samstarvi við Fróðskapar-
setrið. Rannsóknarráðið er sum áður nevnt
tíverri ongantíð komið at virka.
í 1975 samtykti setursráðið skipan fyri
deildirnar á Fróðskaparsetri Føroya. Tá varð
staðfest, at »leiðslan á hvørjari deild sær stend-
ur fyri fyriskipanini av undirvísing og gransk-
ing. í hesum málum umboðar leiðslan deild-
ina yvir fyri øðrum stovnum«. Leiðslan á
deildunum hevur, til nýggjar reglugerðir eru
komnar, ávikavist fyri Støðisútbúgvingina í
1981 og Føroyamálsdeildina í 1982, ligið í
hondunum á deildarstjóranum. Kortini hevur
Støðisútbúgvingin longu í 1972 eitt støðisráð
við fleiri undirnevndum, og heystið 1976 fekk
Føroyamálsdeildin eitt deildarráð. Deildar-
ráð eru nú bæði á Føroyamálsdeildini og
Støðisútbúgvingini. Størvini sum deildar-
stjóri eru ikki til longur, men deildarráðið
velur ein av limum sinum til deildarráðsfor-
mann. Fímframt lærarar eru eisini starvsfólk
umboðað í deildarráðnum, og á Føroyamáls-
deildini hava næmingarnir eitt umboð. Har-
umframt er á hvørji deild eitt lestrarráð.
Næmingarnir eiga teir tríggjar av teimum
seks limunum. I sambandi við skipanina fyri
deildirnar fingu umboð fyri deildirnar bæði
rætt og skyldu at møta á avgreiðslunevndar-
og setursráðsfundum við framløguna av mál-
um deildini viðvíkjandi. Eisini næmingar-
nir fingu í hesum sambandi rætt til at møta
á seturráðsfundum við framløguna av málum
í sambandi við undirvísingina.
Tað hava verið sett fram uppskot um
broytingar í stýrisskipan setursins av og
á. Ein nevnd arbeiðir í løtuni við hesum
máli.