Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 28

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 28
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 31 Eftir 1974 er dagliga fyrisitingarliga leiðslan savnað í hondunum á setursskrivaranum, meðan fakliga leiðslan er spjadd. Setrið hevur ongan fakligan leiðara ella rektara í vanligari merking, men setursráðsformaðurin hevur í ávísum førum umboðað setrið sum rektari. Limir í setursráðnum hava verið: 1965-1968 Sverri Fon, landsbókavørður 1965-1974 Jákup Sverri Joensen, statsbiologur 1965-1977 Hans Debes Joensen, landslækni 1965-1977 Jóannes Rasmussen, statsgeologur 1965- Arnbjørn Mortensen, rektari 1968- Sverri Egholm, landsbókavørður 1974- Johan Djurhuus, skrivstovustjóri 1977-1983 Hans Jacob Joensen, sóknarprestur 1977- Jóan Pauli Joensen, savnvørður 1983- Høgni Debes Joensen, landslækni Formenn: 1965-1974 Jóannes Rasmussen 1974-1977 Hans Debes Joensen 1977-1979 Johan Djurhuus 1979- 1980 Hans Jacob Joensen 1980- Jóan Pauli Joensen í lógini og kunngerðini fyri setrið eru um- rødd lærararáð og rannsóknarráð, sum bert hava ráðgevandi myndugleika. Lærararáðið »skal verða spurt í øllum undirvísingarmálum og yvirhøvur í øllum málum, sum hava við vísindaligu undirvísingina at gera, og eisini, tá ið lærarar skulu setast«; eisini skal lærara- ráðið sbrt. reglugerðini fyri setrið leggja und- irvísingarætlanir og fyrilestrarætlanir seturs- ins fyri eitt ár í senn. Hetta seinna er broytt so við og við, sum setrið er vaksið og hevur fingið fleiri deildir. Lærararáðið hevur sínar viðtøkur, góðkendar av landsstýrinum, og lærararáðsformaðurin og næstformaðurin verða valdir fyri 2 ár í senn. Rannsóknarráðið er umrøtt í reglugerðini; í hesum ráð skulu sita fast tilnevndu lærarar- nir við setrið og fyristøðumenninir fyri teim- um stovnum, har undirvísing og rannsóknar- arbeiði fer fram í samstarvi við Fróðskapar- setrið. Rannsóknarráðið er sum áður nevnt tíverri ongantíð komið at virka. í 1975 samtykti setursráðið skipan fyri deildirnar á Fróðskaparsetri Føroya. Tá varð staðfest, at »leiðslan á hvørjari deild sær stend- ur fyri fyriskipanini av undirvísing og gransk- ing. í hesum málum umboðar leiðslan deild- ina yvir fyri øðrum stovnum«. Leiðslan á deildunum hevur, til nýggjar reglugerðir eru komnar, ávikavist fyri Støðisútbúgvingina í 1981 og Føroyamálsdeildina í 1982, ligið í hondunum á deildarstjóranum. Kortini hevur Støðisútbúgvingin longu í 1972 eitt støðisráð við fleiri undirnevndum, og heystið 1976 fekk Føroyamálsdeildin eitt deildarráð. Deildar- ráð eru nú bæði á Føroyamálsdeildini og Støðisútbúgvingini. Størvini sum deildar- stjóri eru ikki til longur, men deildarráðið velur ein av limum sinum til deildarráðsfor- mann. Fímframt lærarar eru eisini starvsfólk umboðað í deildarráðnum, og á Føroyamáls- deildini hava næmingarnir eitt umboð. Har- umframt er á hvørji deild eitt lestrarráð. Næmingarnir eiga teir tríggjar av teimum seks limunum. I sambandi við skipanina fyri deildirnar fingu umboð fyri deildirnar bæði rætt og skyldu at møta á avgreiðslunevndar- og setursráðsfundum við framløguna av mál- um deildini viðvíkjandi. Eisini næmingar- nir fingu í hesum sambandi rætt til at møta á seturráðsfundum við framløguna av málum í sambandi við undirvísingina. Tað hava verið sett fram uppskot um broytingar í stýrisskipan setursins av og á. Ein nevnd arbeiðir í løtuni við hesum máli.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.