Fróðskaparrit - 01.01.1983, Blaðsíða 105
108
LIMIR í FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR...
tak yvir høvdið. í Neystinum fingu Forn-
minnissavnið og Jarðfrøðisavnið eisini arb-
eiðshøli. Eisini fekk Fróðskaparfelagið inni-
vist har. Minnisstovan, sum Petra Djurhuus
læt til minnis um mann sín, er enn arbeiðshøli
hjá Fróðskaparfelagnum. Hetta var alt fyri
mesta partin gjørt fyri teirra egna pening,
sum tey fingu til vega við at selja burtur av
ognum sínum.
Krist jarn Eldj árn varð f øddur 6. desember 1916
á Eyjafirði í íslandi og andaðist 14. september
1982. Hann var útbúgvin sum fornfrøðingur
og gjørdist tjóðminjavørður í íslandi í 1947.
í 1968 varð hann kosin forseti fslands. Tá
hann fór úr hesum embæti, gjørdist hann í
1980 professari við Háskóla íslands. Kristján
Eldjárn hevur latið mangar vísindaligar
greinir og rtigerðir úr hondum, m.a. doktara-
ritgerðina frá 1956 um grevstrarfundir úr
víkingaøld í íslandi. Hann hevði stóran áhuga
fyri føroyskum viðurskiftum og fyri norður-
lendskum samstarvi. Hann gjørdist limur í
felagnum við greinini í Fróðskaparritum 28.
og 29. bók um »Papeyjardýrið«.
Jákup í Jákupsstovu varð føddur í Seyrvági
7.7.1922. Ungur var hann til skips. Heims-
bardagaárini var hann í Keypmannahavn,
har hann vann sær lærdóm í handils- og bú-
skaparfrøði. Hann var valdur á ting fyri
javnaðarflokkin 1945—46, varð gitin av at
einasti maður, ið ikki aktaði boðini, tá ið vera
kongur sendi tingmenn til hús aftan á fólka-
atkvøðuna í 1946. Árini 1941—54 var hann
sýslufulltrúi í Vágum og av og á settur sýslu-
maður. Skrivari Føroya Fiskimannafelags
1954—71. Blaðstjóri á Fiskimannablaðnum
1954—70. Seinastu árini var hann hjálpar-
maður á býarbókasavninum í Tórshavn. Hann
andaðist 24.2.1976. Flann leitaði sær mentan
og lærdóm á ymsum skeiðum og háskúl-
um uttanlands. Prógv í samfelagsfrøði frá
Institute of Social Studies í Haag, Hálandi.
Próvritið er Wage Determination and Work-
ing Conditions for Fishermen in the Faroe
Islands, Haag 1965. Á royndarskeiði í føroysk-
um á Málstovninum valdi hann sær fólka-
nøvn eftir manntalinum 1801 sum ritgerðar-
evni. Urslitið av rannsóknunum legði hann
fram í 7 greinum í Fróðskaparritum 1965—
1972. Hann tekur saman um evnið og handfer
tað í heild í bókini Fólkanøvn í Føroyum,
Tórshavn 1974. Jákup var limur í Fróðskapar-
felagnum frá 1965 til deyðadags. 1966—76
var hann roknskapargrannskoðari felagsins.
J. D. Magnussen, føddur 27. januar 1912.
Dávur var apotekaralærdur. Heimkomin eftir
heimsbardagan gjørdist hann landsapotekari.
f Fróðskaparriti 2. bók skrivaði hann grein,
ina Rannsóknir um hvussu súrevnistrýstið-
kolsýrutrýstið og súrgan ávirka reyðblóð-
kroppanøringina í glarroyndum. Hann tók
upp á seg avgreiðsluna av Fróðskaparritum
á stovni sínum, Landsapotekinum. Manna
millum var Dávur kendur sum hin glaðlynti
hugbirtarin. Annars man eitt av tí sum ser-
liga fer at standa eftir Dáva vera tiltakið,
hann fekk í lag í Havn við tí vælumtókta
barnadansinum í Sjónleikarhúsinum í fimti-
árunum. Hesi mánakvøld saman við Dáva
og húski hansara, ið altíð vórðu endað við,