Fróðskaparrit - 01.01.1983, Blaðsíða 23
26
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
versitetsútbúgvingarlagi er her púra greið. í
hesum sambandi eigur eisini at verða nevnt,
at setursráðið í 1967 hevði ætlanir um at fara
undir eina 3-ára útbúgving, sum umframt
filosofikum eisini skuldi fevna um útbúgving
í føroyskum máli, bókmentum og føroyskari
mentan, kanska eisini søgu. Færoikum kallaðu
teir hetta prógv sínámillum. Hetta hevur
svarað til hjágrein ella til B.A.-prógv. Men
henda ætlan varð ongantíð framd.
At fara undir próvnámið hevði við sær, at
fleiri lærarar máttu setast í starv við setrið.
Eitt málfrøðistarv og eitt bókmentastarv
vórðu lýst leys. Óli Jacobsen, magistari, sum
var deildarleiðari við Københavns Universi-
tet, varð settur i bókmentastarvið, og Trygve
Skomedal, ið var lektari við universitetið í
Oslo, varð settur í málfrøðistarvið. Báðir
hava verið aftur, Óli Jacobsen fleiri ferðir, og
á honum lá ábyrgdin av bókmentaundirvís-
ingini í mong ár. Síðan hava ymisk fólk verið
í hesum størvum í styttri ella longri tíðar-
skeið. Turið Joensen B.A. undirvisti 2 ár í
bókmentum, bretin W. Glyn Jones, profess-
ari, hevði starvið í 2 ár, og Patricia Conroy,
professari, úr U.S.A., varð sett sum lektari í eitt
ár. Sviin Bjorn Hagstrðm, docentur,fil.dr., var
gestaprofessari í málfrøði í eitt ár. Framman-
undan hevði hann málfrøðistarvið eina lestr-
arhálvu. Seinni hevur hann vitjað sum gesta-
lærari.
í 1979 varð Eivind Weyhe, mag.art. settur
í málfrøðistarvið, og í 1983 varð Malan Sim-
onsen cand.mag. sett í bókmentafrøðistarvið.
Umframt tey her nevndu fólk hava fleiri
onnur undirvíst sum tímalærarar ella gesta-
lærarar á Føroyamálsdeildini, t.d. hevur Ulf
Zachariasen mag.art., verið fastur tímalærari
í mong ár (var vikarur í bókmentastarvinum
eina lestrarhálvu).
Ársnám í »norðurlendskum, serliga før-
oyskum máli og bókmentum« byrjaði heyst-
ið 1974, og tóku tey fyrstu fólkini prógv várið
1975. Tey lesandi ynsktu at fáa høvi at lesa
eitt ár afturat, soleiðis at tey kundu fáa eitt
prógv, sum samsvaraði við danska hjágrein
— exam.art., men lærarar og setursráð tóku
ta støðu, at best varð at lata eitt lið fullgera
ársnámið afturat og so byrja við exam.art.-
náminum í 1976. Hetta varð gjørt. Síðan
hevur annaðhvørt ár verið undirvíst í árs-
námi, annaðhvørt í exam.art.-námi.
Talan hevur í nógv ár verið um at fara
undir høvuðsgreinarlestur — cand. phil. —
i norðurlendskum, serliga føroyskum máli
og bókmentum. Ætlanin er nú at byrja høvuðs-
greinarlesturin á heysti 1985.
Gudfrøði
Fyrst í 1970-unum bar til at taka prógv í forn-
latíni, forngrikskum og hebraiskum við Fróð-
skaparsetrið. Hetta vóru støk skeið, men tey
kundu koma til nyttu í gudfrøðilestri. Bert
eitt av hesum skeiðum varð nakrantíð hildið.
Gudfrøðilesturin, sum setrið fór undir í
1976, er — fyribils — einasta úrslit, sum kom
burtur úr tí drúgva tilmæli, setursráðið legði
fyri landsstýrið í 1975, eftir at tær áðurnevndu
11 nevndirnar høvdu lokið sítt verk. 2-ára
fyrireikandi próvlestur í gudfrøði varð settur
á stovn.
Hesi bæði lestrarárini komu eftir avtalu við
universitet í Danmark og fslandi at telja við
sum partur av gudfrøðiligum embætisprógvi.
Sóknarprestarnir Petur Martin Rasmussen
og Hans Jacob Joensen vórðu settir til at
leiða hesa útbúgving, har allir lærararnir
vóru tímalærarar. títbúgvingin var fyri fyrst
bert ein roynd, men á vári 1978 gjørdi seturs-