Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 23

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 23
26 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... versitetsútbúgvingarlagi er her púra greið. í hesum sambandi eigur eisini at verða nevnt, at setursráðið í 1967 hevði ætlanir um at fara undir eina 3-ára útbúgving, sum umframt filosofikum eisini skuldi fevna um útbúgving í føroyskum máli, bókmentum og føroyskari mentan, kanska eisini søgu. Færoikum kallaðu teir hetta prógv sínámillum. Hetta hevur svarað til hjágrein ella til B.A.-prógv. Men henda ætlan varð ongantíð framd. At fara undir próvnámið hevði við sær, at fleiri lærarar máttu setast í starv við setrið. Eitt málfrøðistarv og eitt bókmentastarv vórðu lýst leys. Óli Jacobsen, magistari, sum var deildarleiðari við Københavns Universi- tet, varð settur i bókmentastarvið, og Trygve Skomedal, ið var lektari við universitetið í Oslo, varð settur í málfrøðistarvið. Báðir hava verið aftur, Óli Jacobsen fleiri ferðir, og á honum lá ábyrgdin av bókmentaundirvís- ingini í mong ár. Síðan hava ymisk fólk verið í hesum størvum í styttri ella longri tíðar- skeið. Turið Joensen B.A. undirvisti 2 ár í bókmentum, bretin W. Glyn Jones, profess- ari, hevði starvið í 2 ár, og Patricia Conroy, professari, úr U.S.A., varð sett sum lektari í eitt ár. Sviin Bjorn Hagstrðm, docentur,fil.dr., var gestaprofessari í málfrøði í eitt ár. Framman- undan hevði hann málfrøðistarvið eina lestr- arhálvu. Seinni hevur hann vitjað sum gesta- lærari. í 1979 varð Eivind Weyhe, mag.art. settur í málfrøðistarvið, og í 1983 varð Malan Sim- onsen cand.mag. sett í bókmentafrøðistarvið. Umframt tey her nevndu fólk hava fleiri onnur undirvíst sum tímalærarar ella gesta- lærarar á Føroyamálsdeildini, t.d. hevur Ulf Zachariasen mag.art., verið fastur tímalærari í mong ár (var vikarur í bókmentastarvinum eina lestrarhálvu). Ársnám í »norðurlendskum, serliga før- oyskum máli og bókmentum« byrjaði heyst- ið 1974, og tóku tey fyrstu fólkini prógv várið 1975. Tey lesandi ynsktu at fáa høvi at lesa eitt ár afturat, soleiðis at tey kundu fáa eitt prógv, sum samsvaraði við danska hjágrein — exam.art., men lærarar og setursráð tóku ta støðu, at best varð at lata eitt lið fullgera ársnámið afturat og so byrja við exam.art.- náminum í 1976. Hetta varð gjørt. Síðan hevur annaðhvørt ár verið undirvíst í árs- námi, annaðhvørt í exam.art.-námi. Talan hevur í nógv ár verið um at fara undir høvuðsgreinarlestur — cand. phil. — i norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Ætlanin er nú at byrja høvuðs- greinarlesturin á heysti 1985. Gudfrøði Fyrst í 1970-unum bar til at taka prógv í forn- latíni, forngrikskum og hebraiskum við Fróð- skaparsetrið. Hetta vóru støk skeið, men tey kundu koma til nyttu í gudfrøðilestri. Bert eitt av hesum skeiðum varð nakrantíð hildið. Gudfrøðilesturin, sum setrið fór undir í 1976, er — fyribils — einasta úrslit, sum kom burtur úr tí drúgva tilmæli, setursráðið legði fyri landsstýrið í 1975, eftir at tær áðurnevndu 11 nevndirnar høvdu lokið sítt verk. 2-ára fyrireikandi próvlestur í gudfrøði varð settur á stovn. Hesi bæði lestrarárini komu eftir avtalu við universitet í Danmark og fslandi at telja við sum partur av gudfrøðiligum embætisprógvi. Sóknarprestarnir Petur Martin Rasmussen og Hans Jacob Joensen vórðu settir til at leiða hesa útbúgving, har allir lærararnir vóru tímalærarar. títbúgvingin var fyri fyrst bert ein roynd, men á vári 1978 gjørdi seturs-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.