Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 11
Skurring í føroyskum Skiftið frá framtungu-r til baktungu-R og møguligt samband við skurring í føroyskum. Tórður Jóansson Ymsastaðni í Føroyum vóru einstøk fólk, ið »skurraðu« ella »skarraðu«, tá ið tey bóru fram ljóðið r.1) Fyribrigdið var vanligt í ávis- um býlingum, ættum og húsum í Kaldbak, í Kollafirði (Oyrareingjum), í Koltri, í Oynd- arfirði, í Elduvík og á Nesi í Suðuroy.2) Ikki hevur eydnast at fáa uppspurt, hvørt hesin sermerkti r-framburður hevur verið nýttur aðrastaðni í lanđinum. Og lítið og einki er at finna í bókmentum um skurring í Føroy- um; men tó er komið fram á ein høvund, ið nevnir fyribrigdið (Mitens 1964: 26). Hann tekur soleiðis til: »Klæmint Høgnesen í Oynd- arfirði kom at vitja meg. Eg minnist hann sumgamlan, lítlanmann. Hannvar fryntligur og skurraði eitt sindur á málinum.« — Hetta var, meðan høvundurin starvaðist í Fugla- firði í 1913. Skurrað r er eitt serligt allofon av fonemi- num /r/, sum annars hevur fleiri allofon (Sweet 1906, Fisher-Jørgensen 1962, Aber- crombie 1964, Malmberg 1969, Trudgill 1974, Bøðvarsson 1975, Simpson 1979). Vanliga verður talað um tvey høvuðssløg av r-ljóðum: framtungu-r og baktungu-R. Hitt fyrra kemur í við at tungubroddurin ger forðing beint aftan fyri framtenninar ella á rygginum mill- um framtenn og góma, og hetta r verður t.d. nýtt í føroyskum. Hitt seinna kemur í við at tungurótin ger forðing aftantil í gómanum ella móti úlvinum, og hetta R verður t.d. nýtt í donskum.3) Hesi bæði høvuðssløg av /r/, framborin annaðhvørt framman- ella aftantil í munni- num, kunnu so gerast á ymsan hátt. Ein ljóð- frøðingur (Fisher-Jørgensen 1962: 73ff) skilir ímillum seks r-ljóð: 3 framtungu-r, rullað, flappað og órullað, 1 retroflekst flappað r og 2 baktungu-R, rullað og órullað; og tað er rullaða baktungu-R-ið, sum vit siga »skurr- ar«, ella »skarrar«. Aðrir ljóðfrøðingar (Prin- ciples 1978: lOff) skilja ímillum tíggju sløg av /r/-um, og hendan sundurbýting er neyvari og óivað nýtiligari, skal fevnast um ljóðini í flestum av heimsins málum. Men á sama máli verður r ikki altíð fram- borið á sama hátt. Tað veldst millum annað um, hvar í orði r-ljóðið er, ella í hvørjum ljóðsambandi tað stendur. Síðst í orði verður r-ið stundum als ikki framborið; á summum bygdamálum verður r-ljóðið framborið skil- ligari og við meira herðing enn á øðrum; ofta er r-ljóðið ikki rættiligt hjáljóð, men heldur eitt hálvsjálvljóð (»semivowel« ella »conti- nuant«); og stundum verður rullað ella surrað á r-inum.4) Hesi fyribrigdi eru ikki óvanlig í
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.