Fróðskaparrit - 01.01.1998, Blaðsíða 143
149
Human Response to environmental Change
in North Atlantic Insular Situations
Menniskjaligar reaktiónir til umhvørvisbroytingar
1 Qyggjasamfeløgum í Norðuratlantshavi
Przemyslaw Urbanczyk
Institute of Archaeology and Ethnology, Polish Academy of Sciences, Al. Solidarnosci 105
PL. 00-140 Warsaw, Poland
Phone: +48 22 620 28 81, fax: +48 22 624 01 00, e-mail: uprzemek@iaepan.edu.pl
Úrtak
Mentunarligar reaktiónir til miðalstórar veðurlagsbroyt-
ingar kunnu skifta alt eftir, hvussu umhvørvið er. Her fer
viðgerðin at savna seg um oyggjar, sum vóru lutfalsliga
avbyrgdar í havinum, og hetta avmarkaði valmøguleik-
arnar sera nógv. Bøndur og fiskimenn bygdu Føroyar,
Island og Suðurgrønland. Teir royndu at bøta um sam-
felagsstøðu sína við at rýma úr Evropa, har farið var
undir at tvingsilsmiðsavna landøki í ríki við oyðileggj-
andi ávirkan á siðbundnar miðspjaddar samfelagsskip-
anir.
Tá ið teir fyrst høvdu sett seg niður í oyggjum í Norð-
uratlantshavi og seinni í øllum støðum, sum vóru egnað
til búseting, vendist ikki aftur. Tey vóru ov nógv til at
flyta aftur til meginlandið, og tey vóru ov nógv til at
broyta búskapin til eina minni orkukrevjandi skipan. Ein
týðandi meinbogi var eisini tann stiglagaða samfelags-
skipanin hjá teimum, sum má hava verið grundað á sam-
ansavning av yvirskoti, ið var neyðugt fyri at vísa á mat-
eriella tign.
Her viðgeri eg hesar innlendis-/subjektivu grundir,
sum gjørdu tað ómøguligt at laga seg munadygt til
versnandi umhvørviskor. Av serligum áhuga eru norð-
búgvamir í Grønlandi, sum høvdu møguleika at taka við
læm frá teimum innføddu norðuramerikanarunum, men
teir brúktu ikki henda møguleika. Skulu vit skilja hetta,
mugu vit hyggja at norrønu búsetingini í Grønlandi úr
einum hugmyndafrøðiligum heldur enn einum materi-
ellum sjónarhomi. Av avgerandi týdningi var tað, at
kristindómurin styrkti teirra evropeisku mentanarligu
siðvenju. Nøkur praktisk viðurskifti áttu tí eisini at verið
umhugsað. Norðbúgvar vóm bøndur, og landbúnaður
hevur so stórt árin á mannalyndið, at talan var ikki um at
fara frá landbúnaðarjørð, um eingi líknandi støð vóru at
fara til.
Norðbúgvarnir í Grønlandi doyðu sostatt út orsakað
av kristnu hugmyndafrøðini hjá bóndum, sum ímóti øll-
um líkindum royndu at halda fram við síni mentanarligu
siðvenju.
Abstract
Cultural responses to the middle-range climatic changes
may be of a various character which depends very much
on the type of environment. However, this volume is
concentrated on islands that were relatively isolated in
the ocean which limited very much the spectrum of pos-
sible choices. Faroes, Iceland and Southem Greenland
were settled by immigrant farmers/fishermen seeking
improvement of their social situation by escaping from
Europe where centralising processes of organising coer-
cive territorial states started with devastating effect on
traditional decentralised social organisation.
Once they colonised North Atlantic islands and, sub-
sequently, filled all suitable localities they were trapped
in situation of no-retum. They were too many to re-im-
migrate back to the continent and they were too many to
change their economy to some less intensive energy ex-
traction model. An important obstacle was also their hi-
erarchical organisation that must have been based on
surplus accumulation necessary for material manifesta-
tion of status.
I discuss here those internal/subjective reasons that
made impossible an effective adaptation to deteriorating
environmental conditions. Especially interesting is the
case of Norse Greenlanders who had an opportunity to
Fróðskaparrit 46. bók 1998: 149-153