Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 2

Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 2
VÁRIÐ. — 26 Laý: Gylt saðil á. Nú hvilir havið við strendur blítt, og sólin grønkar dal; nú fuglur søkir reiður sítt í Føroyum, sum honum líkar væl. Nú sveima ikki skýggini vill, tú valla hoyrir vind; nú hongur tokan mjúk og still út yvir hin fagra fjalletind. Nú blómubrosið litin ber, ið skrýður slættan vøll, í líðum angar, hvar tú fer, ja yndislig er nátúrin øll. Hvar vetraródn um smáttu lá og doyvdi mangt eitt sinn, har glitrar sólin gluggum á og logandi geislar sendir inn. Hvør smala, sum so stirvin stóð í kava við sitt ból, um dal og líð nú leikar fróð, um fjallatind og um grønan hól. Nú gleðist alt, ið dregur ond, mót sælu sumarstund; tey vaxnu taka verk í hond og gleðifull er hvør bamalund. Hin gamli tekur hakan í hond og gongur út á teig, hin ungi leitar at sjóvarstrond við báti at leggja langa leið. Út yvir hitt endaleysa hav stendur hansara ferð, sum harrin honum til ognar gav og felags hjá øllum tjóðum er. Tú Føroya piltur, tú Føroya moy, tit gloymið ikki tað at elska tykkara fosturoy og varðveita tykkara føðistað. Finnur hin lítli. Svanagentan. (Vendiskt ævintýr, týtt úr donskum.) t ----- I Einaferð var ein veiðimaður. Á einari ferð síni kom hann at einari tjørn; har sá hann ein stóran hvítan fugl svimja. Veiðimaðurin tók skundi- liga byrsu sína ogætlaði at skjóta fuglin. ; Tá hoyrdi hann eina rødd fra tjørnini: »Skjót ikki, ungi veiðimaður, tí tað I kostar lív mítt!« Veiðimaðurin undraðist á hetta og tók byrsuna frá kinnini; men tá hann einki mansins barn kundi síggja, tók hann upp aftur til at sikta eftir fugl- i inurn. Tá hoyrdi hann á øðrum sinni somu orð: »Skjót ikki, tí tað kostar lív míttN Veiðimaðurin spurdi nú: »Hvør ert tú?« Røddin mælti! »Eg eri svanakongsdóttirin.« Meðan veiðimaðurin grundandi stóð á tjarnarbakkanum, kom fuglurin svimj- andi tætt at honum, og nú sá veiði- maðurin, at tað var ein snjóhvítur svanur. Svanurin segði við hann: »Vilt tú loysa meg úr teimum rúnum, meg binda, so gakk hvønn sunnudag í kirkju og bið eitt faðir-vár fyri mær, og tað mást tú gera í eitt hálvt ár. Tá ið árið er at enda, kom so higar aftur at tjørnini.« Veiðimaðurin lovaði tað og fór síðani burtur. Hvønn sunnudag gekk hann nú í kirkju og bað eitt faðir-vár; men tá árið mestur var at enda, læt kongur halda eina stóra kappskjóting, og var tað ein sunnudag. Kongur setti sjálva

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.