Ungu Föroyar - 01.04.1908, Qupperneq 2
VÁRIÐ.
— 26
Laý: Gylt saðil á.
Nú hvilir havið við strendur blítt,
og sólin grønkar dal;
nú fuglur søkir reiður sítt
í Føroyum, sum honum líkar væl.
Nú sveima ikki skýggini vill,
tú valla hoyrir vind;
nú hongur tokan mjúk og still
út yvir hin fagra fjalletind.
Nú blómubrosið litin ber,
ið skrýður slættan vøll,
í líðum angar, hvar tú fer,
ja yndislig er nátúrin øll.
Hvar vetraródn um smáttu lá
og doyvdi mangt eitt sinn,
har glitrar sólin gluggum á
og logandi geislar sendir inn.
Hvør smala, sum so stirvin stóð
í kava við sitt ból,
um dal og líð nú leikar fróð,
um fjallatind og um grønan hól.
Nú gleðist alt, ið dregur ond,
mót sælu sumarstund;
tey vaxnu taka verk í hond
og gleðifull er hvør bamalund.
Hin gamli tekur hakan í hond
og gongur út á teig,
hin ungi leitar at sjóvarstrond
við báti at leggja langa leið.
Út yvir hitt endaleysa hav
stendur hansara ferð,
sum harrin honum til ognar gav
og felags hjá øllum tjóðum er.
Tú Føroya piltur, tú Føroya moy,
tit gloymið ikki tað
at elska tykkara fosturoy
og varðveita tykkara føðistað.
Finnur hin lítli.
Svanagentan.
(Vendiskt ævintýr, týtt úr donskum.)
t -----
I
Einaferð var ein veiðimaður. Á
einari ferð síni kom hann at einari
tjørn; har sá hann ein stóran hvítan
fugl svimja. Veiðimaðurin tók skundi-
liga byrsu sína ogætlaði at skjóta fuglin.
; Tá hoyrdi hann eina rødd fra tjørnini:
»Skjót ikki, ungi veiðimaður, tí tað
I kostar lív mítt!«
Veiðimaðurin undraðist á hetta og
tók byrsuna frá kinnini; men tá hann
einki mansins barn kundi síggja, tók
hann upp aftur til at sikta eftir fugl-
i inurn. Tá hoyrdi hann á øðrum sinni
somu orð: »Skjót ikki, tí tað kostar
lív míttN
Veiðimaðurin spurdi nú:
»Hvør ert tú?«
Røddin mælti!
»Eg eri svanakongsdóttirin.«
Meðan veiðimaðurin grundandi stóð
á tjarnarbakkanum, kom fuglurin svimj-
andi tætt at honum, og nú sá veiði-
maðurin, at tað var ein snjóhvítur
svanur.
Svanurin segði við hann:
»Vilt tú loysa meg úr teimum rúnum,
meg binda, so gakk hvønn sunnudag í
kirkju og bið eitt faðir-vár fyri mær,
og tað mást tú gera í eitt hálvt ár.
Tá ið árið er at enda, kom so higar
aftur at tjørnini.«
Veiðimaðurin lovaði tað og fór
síðani burtur.
Hvønn sunnudag gekk hann nú í
kirkju og bað eitt faðir-vár; men tá
árið mestur var at enda, læt kongur
halda eina stóra kappskjóting, og var
tað ein sunnudag. Kongur setti sjálva