Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 6

Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 6
hann, ið ikki đoyði fyri fyrsta skoti og mátti tí líða langa.og stranga pínu, til tess hann umsíðir andaðist. At vera har longur hevði eg ikki hug til; eg kendi meg særdan sum um eg sjálvur hevði verið skotin. Tungur um hjartað fór eg heim um kvøldið, og í ringuni hýri legði cg meg í song. Eg sovnaði ikki trygt; um eg stundum dúraði, stakk eg úr aftur svøvnið; tað var eins og eg hevði hoyrt hitt avskræm- iliga ljóðiðið: Buldó-ó! Um morgunin í sólarenning fór eg aftur á føtur og út á upsina. Tung fullu mær sporini; eg óttaðist fyri at eg fór at síggja onkum sita stúrandi á rókini, antin lavnan ella við langtan eftir maka sínum. Jú, mær var illa við tá, eg sá hvussu sorgboygdur fuglurin sat. Nú hevði ljóðið eitt annað lag; teir sum kvøldið fyri høvdu verið so kátur, sótu nú stúrandi við øðrum beini krep- tum undir veingin, og teir hugdu út av rókini niður í hitt hláa havið, hvar teir vistu makar teirra dagin fyri vóru avlívaðir. — — — — —----------------- Ein dagin fór eg mær burtur í haga at hyggja eftir heiðafugli. Alla- staðnis, hvar eg kom, var fuglur at síggja. Av reiðrum fann eg hópin, menn egg tók eg einki, tí eg vildi ikki gera fuglinum ónáðir, so hann skuldi hava sorg av tí. Tá teir seinri fóru á fjall í áseyða- royting, kom eg í fylgi við nøkrum av javnaldrum mínum. Vit gingu fram á mang reiðir, og teir vóru ódællir at hava við at gera; tí teir tóku eggini og drukku tey. Hetta var mær ein stór sorg, eg gav meg í samrøðu við teir og bað teir geva gætur at øllum, suin eg talaði til teirra. Eg greiddi teimum frá tí, meg hevði hent hitt kvøldið, eg úti á upsini sá so mangar ránsmenn vera har um vegir, og hvussu syrgin fuglurin dagin eftir sat og langt- aði eftir makanum, sum var skotin frá honum. Javnaldrar mínir síntist at vera hugtiknir av hesum og søgdust aldri vilja pína fuglin upp aftur. Eitt kvøldið bað eg teir so koma við mær út á upsina; teir vóru fegnir við at koma. Eg vísti teimum so, hvar staðið var, sum fuglurin hitt kvøldið hevði sitið so fegin, men hvar nú fáir vóru at síggja; tí teir vóru allir fyri óhappinum, sumir dripnir og sumir lamløstaðir, og var nú staðið so nær sum oyðið. Ein teirra greiddi nú fyri mær, at hann hitt áður nevnda kvøldið hevði verið á einum bátinum og hevði haft góðan hug at lainløsta fuglin; men uú- fyrstani sá hann, hvussu skeivt hann hevði borið seg at, og hann hugsaði við sær sjálvum, at alđri skuldi hann upp aftur eiga lut í slíkum oudum verki. Tí fuglarnir leita langar leiðir til okkara og taka sær búðstað hjá okkum og príða um oyarnar, um hinar naknu bjargasíður, sum á vetri standa móti hini miklu havbylgju, ið dunandi slær móti teimum við so miklum veldi, at oyarnar tykjast skelva. Tá kann eingin fuglúr búgva her; men tess vakrari er tað am sumarið, tá ið hvør rók er takt við bjargafugli. Sum eg sum unglingi hugsaði, er tað nú ynski mítt, at allir Føroya ungl- ingar mugu hugsa, og at teir mugu vera fúsir at verja alt vakurt og gott, sum kann vera landi okkara. til prýðis og frama. Okkara alfagra land, sum vit av skaparans hond hava fingið at

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.