Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 4

Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 4
— 28 ávaringar og drakk seg mettan. Valla var hann liðugur at drekka, tá røddin upp aftur hoyrdist: »Áh, hví hevur tú tó drukkið! Nú má eg fara til hina myrku verð.« Tá kendi veiðimaðurin røddina í brúður síni aftur, og hann óttaðist. Hann leit í kring um seg og ansaði nú eftir, at glasbjørgið var horvið. Veiðimaðurin leitaði longur fram fyri at finna hina myrkii verð. Eftir langa gongd kom hann til eina mylnu og trein inn. Tá mylnarin sá hann, spurdi hann: »Er hetta ein andi, ella er hetta ein maður? »Eg eri ein maður,« svaraði veiði- maðurin, »og eg leiti eftir vegnum til hina myrku verðina.« So segði hann mylnaranum frá øllum, sum honum hevði fyriborist og spurdi, um hann visti vegin til hina myrku verð. »Væl veit eg vegin til hina myrku verð, men aldri kemur tú hagar.« Men veiðimaðurin mælti: »Hagar skal eg og má eg, og tú ert hin einasti, ið mær kann veita hjálp.« »Eg mali korn fyri hina myrku verð. Onkuntíð upp í rnillum kemur hin stóru fuglurin, Griff, eftir mjølinum, sum hann tekur við sær í eini tunnu. Tú kanst krúpa inn í tunnuna, og fugl- urin tekur teg so upp á bakið og flýgur við tær til hina myrku verð.« Hetta helt veiðimaðurin vera góð ráð; men han mátti bíða eina tíð, til fuglurin Griff kom. Tá so stundin nærkaðist, boraði mylnarin smá hol á tunnuna, so at veiðimaðurin ikki skuldi køvdna, og bað hann so krúpa inn í hana. Mylnarin breiddi síðani mjøl út yvir hann og læt so tunnuna aftur. Fuglurin Griff tók so byrðina upp á bakið og fleyg við henni gjøgnum loftið til hina myrku verð. Har koyrdi fólkið mjølið út á eitt stort klæði, og veiðimaðurin kom boltandi út úr tunn- uni. Tey undraðist yvir at síggja hann, «x og meðan tey stóðu utan um hann, kom svanakongsdótturin til teirra. Nú var hon ikki longur fuglur. men hin vakr- asta genta, sum nakar kundi síggja. Hon og veiðimaðurin vóru fegin yvir hvørjum øðrum; men hon segði við hann: »Kom við mær inn í høllina. Fyri fyrst mást tú fjala teg fyri hinum óndu audum, sum yvir mær ráða.« Hann fylgdi henni í høllina, og hon fjaldi hann undir song síni. ^ »Finna tey teg á ljósum degi, verður tú í stunđini avfívaður,« mælti hon. »Men tú kanst bjarga mær, um tú tríggjar naátur upp í røkur vilt lata tey pína teg utan at eymkað teg ella geva teg undan teimum. Torir tú tola hetta fyri i mína skuld?« »Ja tað vil eg, og alt hvat tú krevur, vil eg gera, bara tú kanst verða útloyst*, svaraði veiðimaðurin. Og so varð. Tá náttin kom, drógu hinir óndu andarnir veiðimannin út 4 undan seingini og píndu hann upp á | allar mátar; men hann læt ikki við seg koma. Aðru náttina píndu teir hann á sama hátt; men hina triðju náttina, tá klokkan sló eitt, hoyrdist eitt av- skræmiligt buldur, sum um jørðin hevði skrædnað. Andarnir hvurvu, og ung- lingurin kendi sær ikki longur nakra ! pínu. Framman fyri honum stóð nú <

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.