Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 3

Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 3
— 27 Kongsdótturina í veð fyri hitt besta skotið. Hin ungi veiðiniaðurin var ikki mentur at sigast undan hesi løtu til at viena sær heiður, og av tí, og av tí at hann var ein frálíka góður skyttari, eydnaðist tað honum at vinna sigur av øllum teimum, sum kappskutu um kongsdótturina. Hann var á hvøns mans vørrum. Kongur beyð honum við sær inn í høll sína og sýndi honum dóttur sína; men tá hann hevði sæð hana, segði hann við kongin: »Væl er dóttir tín vøkur; men tú kanst sjálvur hava hana, tí brúður mín er nógv vakrari.« Tá hugsaði veiðimaðurin um hin alfagra svanin, sum hann vildi bjarga. Og hann gekk so burtur úr kongs- høllini. Tá árið var at enda, varhannaftur við tjørnina. Leingi gekk hann har og dreivaði aftur og fram eftir tjarnar- bakkanum, men eingin svanur kom til sjóndar, og drongurin gjørdist sorg- fuilur. Um síðir hoyrdi hatín eina rødd, sum segði: »Veiðimaður, veiðimaður! Hví gloymdi tú at fara í kirkju hin eina dagin? Hví hevur tú loypt vakurleika mín í orð? Nú hava tey flutt meg á glasbjørgið.« »So vil eg fregnast eftir tær í glas- bjørginum, um eg so skal ganga til veraldar enda!« mælti veiðimaðurin. Hann fór alt í einum av stað og ferðaðist gjøgnum mong lond og mangar bygdir; men eingin visti nakað um glasbjørgið. At endanum kom hann at einari mylnu, sum stóð mitt í einum stóru skógi. Mylnan sá ógviliga løgin út, alt var so deyða stilt, og veiðimað- urin vágaði valla at nærkast henni. At endanum tók hann sær tó um reiggj og steig inn um gátt. Har hitti hann mylnarin, sum var ein gamal maður við ógviliga stórurn hvítum skeggi. Mylnarin spurdi: »Ungi maður, hvussu ert tú komin higar? í sjeyhundrað ár hevur ikki nakað mansins barn sett sín fót inn í mítt hús. Tú ert hin fyrsti, sum gingið hevur um mína gátt.« Veiðimaðurin greiddi nú frá øllum, sum hent hann hevði, og endaði við at biða mylnarin hjálpa sær. Mylnarin svaraði: »Nú skalt tú fyrst eta og drekka so mikið, sum tú ert mentur. Eftir førumuni vil eg so veita tær hjálp.« Veiðimaðurin gisti í mylnuni um náttina. Dagin eftir fór hin gamli inn í kamar sítt ogtók ein gyltan ráhavur.*) »Hygg her,« mælti hann við veiði- mannin, »set teg nú upp á hann, so skalt tú brátt vera við glasbjørgið.« Veiðimaðurin takkaði mangar ferðir fyri gávuna, segði húsbóndanum farvæl og setti seg so upp á ráhavúrin. Hann fór so skjótt gjøgnum loftið, at tú ikki kundi sæð hann, og tað dunaði frá honum, so tað hoyrdist langa leið. Um síðir sást glasbjørgið koma undan langt burtur, og ráhavurin setti veiðimannin av við eina keldu. Hann var ógviliga tystur og legði seg at drekka; men í sama bili hoyrdi hann eina rødd, sum harðliga mælt: . »Drekk ikki, veiðimaður! Drekk ikki!« Men veiðimaðurin hirdi einki um *) ráhavur = rábukkur.

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.