Ungu Föroyar - 01.04.1908, Page 7

Ungu Föroyar - 01.04.1908, Page 7
— 31 — røkja, hin væna natúr, sum brosir blídliga til okkara um sumartíð, og móðurlandið sum hevur alt og fostra okkum — alt teskar í oyra okkara eitt loyndarmál, sum vermir hjartað og gleðir sálina. Jú, fagurt er landi um sumartíð, tá ið allar líðir og allir dalar eri í grønum búna, og heiðafuglurin syngur sín káta sang millum fjalla. Víst er tað, at tann, ið av rættum elskar nátúrina og vakurleikan í henni, kennur seg at vera sonur oyana, ið vakurleikan eiga, og hann fær seg ikki til at gera fuglunum ónáðir, ið vitja higar á hvørjum sumri. Tí vet- urin ber við sær ilskog óhapp til mangan, men sumarið kemur við sælu og fragd- arljóði. Hann er sínum landi vinur bestur, ið friðar teir sælu sumargestur. Finnur hin lítli. •lí'/jyír- Sjórænarar í gomlum dogum. 1 Ungu Føroyum hevur verið frá- sagt, at sjórænarar og aðrir ófriða- kroppar ofta komu higar til lands í gomlum døgum, og at teir tóku, hvat teir fingu hond á, so at mangur maður sat eftir á berum, — ja bøndur komu á húsagang. í Suðroy rændu teir oftast, og av bygdunum har mundi Hvalbø eina títtast fáa sviðan at kenna av hesum illmennum, sum hvørki boygdi seg fyri guds ella menniskjunar lóg. I Árið 1629, um sumarið, komu tvey turkaskip inn á Hvalbíarfjørð; tey vóru útgjørd sum herskip og høvdu kanónir bæði mangar og góðar. Bygd- arfólkið gjørdist stúrið, og mong flýddu til fjalls av ræðslu, tá ið tey sógu ein hóp av vælvápnaðum monnum koma á land. Hvalbingar hildu, at 500 menn vúru á báðum skipunum, og teir høvdu ikki friðalig læti. Teir fóru um bygd- ina sum vargar og førdi út á skip alt, sum nakað virði hevði, og sutn teir vóru mentir at flyta. Hvalbingar gjørdu ofta mótstøðu móti sjórænarunt, og ofta I vardi teir seg væl og manniliga. í | gomlum søgnum sigst eisini frá, at tá i ið vandi var fyri hond, so vóru Hvalb- j ingar vanir at senda boð til Fámjins eftir jansaguttunum, sum tiltiknir vóru | fyri dirvi og styrki. Men hesa ferð | vóru sjórænararnir so mangir, at Hvalb- í ingar vóru við undirlutan. Sex fólk | vóru dripin, og tríati vóru tey í tali, ! sum sjórænararnir førdu við sær av j landinum burtur. Meginparturin av tí harkaliðinum. sum kom til Føroya, var úr Norður- j afriku. Har høvdu turkarnir eitt ræn- j ingabøli, sum tiltikið er í veraldarsøg- uni, og hagar sigldu sjórænararnir við tí fólki og fæ, sum teir áðurnevnda ár tóku í Hvalbø. Annað skipið rak á land í Hvalbø og smildraðist har, so at øll mannainúgvan og allar varurnar j máttu førast á einum skipi hin ógviliga | langa veg suður til Afriku. Mong av teimum neyðar fólkum, sum tikin vóru , í Føroyum mundu doyggja á vegnum av harmi og sorg og ringari viðgerð. j Men sumu hava tó komu livandi fram og hava í fleiri ár, kann vera alla ævi teirra, búð í turkalondunum; har vóru tey sett til at útinna ymis trælaverk. Gleðileyst hevur ivaleyst lívið verið hjá I hesum menniskjum, sum móti vilja teirra vóru tikin burtur frá skylđfólki, vinum, fosturlandi og øllum, sum tey elskaðu, og sum lá hjarta teirra nær. Tó hendi tað við hvørt, at onkur av hesum neyðar fólkum kom aftur til fosturland sítt. Turkarnir vóru vanir at lata tey sleppa, tá ið teir fingu nógv leysnargjald aftur fyri. Kristian kongur hin fjórði, sum ráddi í Danmørk, tá ið áðurnevndi bardagi var í Hvalbø, sendi árið eftir boð og bræv til Føroya um at savna saman tað fæ, sum nýtast

x

Ungu Föroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.