Ungu Föroyar - 01.04.1908, Síða 7
— 31 —
røkja, hin væna natúr, sum brosir blídliga
til okkara um sumartíð, og móðurlandið
sum hevur alt og fostra okkum — alt
teskar í oyra okkara eitt loyndarmál,
sum vermir hjartað og gleðir sálina.
Jú, fagurt er landi um sumartíð, tá ið
allar líðir og allir dalar eri í grønum
búna, og heiðafuglurin syngur sín káta
sang millum fjalla.
Víst er tað, at tann, ið av rættum
elskar nátúrina og vakurleikan í
henni, kennur seg at vera sonur oyana,
ið vakurleikan eiga, og hann fær seg
ikki til at gera fuglunum ónáðir, ið
vitja higar á hvørjum sumri. Tí vet-
urin ber við sær ilskog óhapp til mangan,
men sumarið kemur við sælu og fragd-
arljóði.
Hann er sínum landi vinur bestur,
ið friðar teir sælu sumargestur.
Finnur hin lítli.
•lí'/jyír-
Sjórænarar í gomlum dogum.
1 Ungu Føroyum hevur verið frá-
sagt, at sjórænarar og aðrir ófriða-
kroppar ofta komu higar til lands í
gomlum døgum, og at teir tóku, hvat
teir fingu hond á, so at mangur maður
sat eftir á berum, — ja bøndur komu
á húsagang. í Suðroy rændu teir oftast,
og av bygdunum har mundi Hvalbø
eina títtast fáa sviðan at kenna av
hesum illmennum, sum hvørki boygdi
seg fyri guds ella menniskjunar lóg.
I Árið 1629, um sumarið, komu
tvey turkaskip inn á Hvalbíarfjørð; tey
vóru útgjørd sum herskip og høvdu
kanónir bæði mangar og góðar. Bygd-
arfólkið gjørdist stúrið, og mong flýddu
til fjalls av ræðslu, tá ið tey sógu ein
hóp av vælvápnaðum monnum koma á
land. Hvalbingar hildu, at 500 menn
vúru á báðum skipunum, og teir høvdu
ikki friðalig læti. Teir fóru um bygd-
ina sum vargar og førdi út á skip alt,
sum nakað virði hevði, og sutn teir
vóru mentir at flyta. Hvalbingar gjørdu
ofta mótstøðu móti sjórænarunt, og ofta
I vardi teir seg væl og manniliga. í
| gomlum søgnum sigst eisini frá, at tá
i ið vandi var fyri hond, so vóru Hvalb-
j ingar vanir at senda boð til Fámjins
eftir jansaguttunum, sum tiltiknir vóru
| fyri dirvi og styrki. Men hesa ferð
| vóru sjórænararnir so mangir, at Hvalb-
í ingar vóru við undirlutan. Sex fólk
| vóru dripin, og tríati vóru tey í tali,
! sum sjórænararnir førdu við sær av
j landinum burtur.
Meginparturin av tí harkaliðinum.
sum kom til Føroya, var úr Norður-
j afriku. Har høvdu turkarnir eitt ræn-
j ingabøli, sum tiltikið er í veraldarsøg-
uni, og hagar sigldu sjórænararnir við
tí fólki og fæ, sum teir áðurnevnda ár
tóku í Hvalbø. Annað skipið rak á
land í Hvalbø og smildraðist har, so at
øll mannainúgvan og allar varurnar
j máttu førast á einum skipi hin ógviliga
| langa veg suður til Afriku. Mong av
teimum neyðar fólkum, sum tikin vóru
, í Føroyum mundu doyggja á vegnum
av harmi og sorg og ringari viðgerð.
j Men sumu hava tó komu livandi fram
og hava í fleiri ár, kann vera alla ævi
teirra, búð í turkalondunum; har vóru
tey sett til at útinna ymis trælaverk.
Gleðileyst hevur ivaleyst lívið verið hjá
I hesum menniskjum, sum móti vilja teirra
vóru tikin burtur frá skylđfólki, vinum,
fosturlandi og øllum, sum tey elskaðu,
og sum lá hjarta teirra nær.
Tó hendi tað við hvørt, at onkur
av hesum neyðar fólkum kom aftur til
fosturland sítt. Turkarnir vóru vanir
at lata tey sleppa, tá ið teir fingu nógv
leysnargjald aftur fyri. Kristian kongur
hin fjórði, sum ráddi í Danmørk, tá ið
áðurnevndi bardagi var í Hvalbø, sendi
árið eftir boð og bræv til Føroya um
at savna saman tað fæ, sum nýtast