Ungu Föroyar - 01.04.1908, Qupperneq 3
— 27
Kongsdótturina í veð fyri hitt besta
skotið.
Hin ungi veiðiniaðurin var ikki
mentur at sigast undan hesi løtu til at
viena sær heiður, og av tí, og av tí at
hann var ein frálíka góður skyttari,
eydnaðist tað honum at vinna sigur av
øllum teimum, sum kappskutu um
kongsdótturina. Hann var á hvøns
mans vørrum.
Kongur beyð honum við sær inn í
høll sína og sýndi honum dóttur sína;
men tá hann hevði sæð hana, segði hann
við kongin:
»Væl er dóttir tín vøkur; men tú
kanst sjálvur hava hana, tí brúður mín
er nógv vakrari.«
Tá hugsaði veiðimaðurin um hin
alfagra svanin, sum hann vildi bjarga.
Og hann gekk so burtur úr kongs-
høllini.
Tá árið var at enda, varhannaftur
við tjørnina. Leingi gekk hann har og
dreivaði aftur og fram eftir tjarnar-
bakkanum, men eingin svanur kom til
sjóndar, og drongurin gjørdist sorg-
fuilur. Um síðir hoyrdi hatín eina rødd,
sum segði:
»Veiðimaður, veiðimaður! Hví
gloymdi tú at fara í kirkju hin eina
dagin? Hví hevur tú loypt vakurleika
mín í orð? Nú hava tey flutt meg á
glasbjørgið.«
»So vil eg fregnast eftir tær í glas-
bjørginum, um eg so skal ganga til
veraldar enda!« mælti veiðimaðurin.
Hann fór alt í einum av stað og
ferðaðist gjøgnum mong lond og mangar
bygdir; men eingin visti nakað um
glasbjørgið. At endanum kom hann at
einari mylnu, sum stóð mitt í einum
stóru skógi. Mylnan sá ógviliga løgin
út, alt var so deyða stilt, og veiðimað-
urin vágaði valla at nærkast henni.
At endanum tók hann sær tó um reiggj
og steig inn um gátt. Har hitti hann
mylnarin, sum var ein gamal maður
við ógviliga stórurn hvítum skeggi.
Mylnarin spurdi:
»Ungi maður, hvussu ert tú komin
higar? í sjeyhundrað ár hevur ikki
nakað mansins barn sett sín fót inn í
mítt hús. Tú ert hin fyrsti, sum gingið
hevur um mína gátt.«
Veiðimaðurin greiddi nú frá øllum,
sum hent hann hevði, og endaði við at
biða mylnarin hjálpa sær.
Mylnarin svaraði:
»Nú skalt tú fyrst eta og drekka
so mikið, sum tú ert mentur. Eftir
førumuni vil eg so veita tær hjálp.«
Veiðimaðurin gisti í mylnuni um
náttina. Dagin eftir fór hin gamli inn
í kamar sítt ogtók ein gyltan ráhavur.*)
»Hygg her,« mælti hann við veiði-
mannin, »set teg nú upp á hann, so
skalt tú brátt vera við glasbjørgið.«
Veiðimaðurin takkaði mangar ferðir
fyri gávuna, segði húsbóndanum farvæl
og setti seg so upp á ráhavúrin. Hann
fór so skjótt gjøgnum loftið, at tú ikki
kundi sæð hann, og tað dunaði frá
honum, so tað hoyrdist langa leið.
Um síðir sást glasbjørgið koma
undan langt burtur, og ráhavurin setti
veiðimannin av við eina keldu. Hann
var ógviliga tystur og legði seg at
drekka; men í sama bili hoyrdi hann
eina rødd, sum harðliga mælt:
. »Drekk ikki, veiðimaður! Drekk
ikki!«
Men veiðimaðurin hirdi einki um
*) ráhavur = rábukkur.