Ungu Föroyar - 01.04.1908, Síða 4
— 28
ávaringar og drakk seg mettan.
Valla var hann liðugur at drekka,
tá røddin upp aftur hoyrdist:
»Áh, hví hevur tú tó drukkið! Nú
má eg fara til hina myrku verð.«
Tá kendi veiðimaðurin røddina í
brúður síni aftur, og hann óttaðist.
Hann leit í kring um seg og ansaði nú
eftir, at glasbjørgið var horvið.
Veiðimaðurin leitaði longur fram
fyri at finna hina myrkii verð. Eftir
langa gongd kom hann til eina mylnu
og trein inn. Tá mylnarin sá hann,
spurdi hann:
»Er hetta ein andi, ella er hetta
ein maður?
»Eg eri ein maður,« svaraði veiði-
maðurin, »og eg leiti eftir vegnum til
hina myrku verðina.«
So segði hann mylnaranum frá
øllum, sum honum hevði fyriborist og
spurdi, um hann visti vegin til hina
myrku verð.
»Væl veit eg vegin til hina myrku
verð, men aldri kemur tú hagar.«
Men veiðimaðurin mælti:
»Hagar skal eg og má eg, og tú
ert hin einasti, ið mær kann veita
hjálp.«
»Eg mali korn fyri hina myrku
verð. Onkuntíð upp í rnillum kemur
hin stóru fuglurin, Griff, eftir mjølinum,
sum hann tekur við sær í eini tunnu.
Tú kanst krúpa inn í tunnuna, og fugl-
urin tekur teg so upp á bakið og flýgur
við tær til hina myrku verð.«
Hetta helt veiðimaðurin vera góð
ráð; men han mátti bíða eina tíð, til
fuglurin Griff kom. Tá so stundin
nærkaðist, boraði mylnarin smá hol á
tunnuna, so at veiðimaðurin ikki skuldi
køvdna, og bað hann so krúpa inn í
hana. Mylnarin breiddi síðani mjøl út
yvir hann og læt so tunnuna aftur.
Fuglurin Griff tók so byrðina upp
á bakið og fleyg við henni gjøgnum
loftið til hina myrku verð. Har koyrdi
fólkið mjølið út á eitt stort klæði, og
veiðimaðurin kom boltandi út úr tunn-
uni. Tey undraðist yvir at síggja hann, «x
og meðan tey stóðu utan um hann, kom
svanakongsdótturin til teirra. Nú var
hon ikki longur fuglur. men hin vakr-
asta genta, sum nakar kundi síggja.
Hon og veiðimaðurin vóru fegin yvir
hvørjum øðrum; men hon segði við
hann:
»Kom við mær inn í høllina. Fyri
fyrst mást tú fjala teg fyri hinum óndu
audum, sum yvir mær ráða.«
Hann fylgdi henni í høllina, og hon
fjaldi hann undir song síni. ^
»Finna tey teg á ljósum degi, verður
tú í stunđini avfívaður,« mælti hon. »Men
tú kanst bjarga mær, um tú tríggjar
naátur upp í røkur vilt lata tey pína
teg utan at eymkað teg ella geva teg
undan teimum. Torir tú tola hetta fyri
i mína skuld?«
»Ja tað vil eg, og alt hvat tú krevur,
vil eg gera, bara tú kanst verða útloyst*,
svaraði veiðimaðurin.
Og so varð. Tá náttin kom, drógu
hinir óndu andarnir veiðimannin út 4
undan seingini og píndu hann upp á
| allar mátar; men hann læt ikki við seg
koma. Aðru náttina píndu teir hann
á sama hátt; men hina triðju náttina,
tá klokkan sló eitt, hoyrdist eitt av-
skræmiligt buldur, sum um jørðin hevði
skrædnað. Andarnir hvurvu, og ung-
lingurin kendi sær ikki longur nakra
! pínu. Framman fyri honum stóð nú <