Ungu Föroyar - 01.04.1908, Blaðsíða 6
hann, ið ikki đoyði fyri fyrsta skoti
og mátti tí líða langa.og stranga pínu,
til tess hann umsíðir andaðist.
At vera har longur hevði eg ikki
hug til; eg kendi meg særdan sum um
eg sjálvur hevði verið skotin. Tungur
um hjartað fór eg heim um kvøldið,
og í ringuni hýri legði cg meg í song.
Eg sovnaði ikki trygt; um eg stundum
dúraði, stakk eg úr aftur svøvnið; tað
var eins og eg hevði hoyrt hitt avskræm-
iliga ljóðiðið: Buldó-ó!
Um morgunin í sólarenning fór eg
aftur á føtur og út á upsina. Tung
fullu mær sporini; eg óttaðist fyri at
eg fór at síggja onkum sita stúrandi á
rókini, antin lavnan ella við langtan
eftir maka sínum. Jú, mær var illa við
tá, eg sá hvussu sorgboygdur fuglurin sat.
Nú hevði ljóðið eitt annað lag; teir
sum kvøldið fyri høvdu verið so kátur,
sótu nú stúrandi við øðrum beini krep-
tum undir veingin, og teir hugdu út av
rókini niður í hitt hláa havið, hvar teir
vistu makar teirra dagin fyri vóru
avlívaðir. — — — — —-----------------
Ein dagin fór eg mær burtur í
haga at hyggja eftir heiðafugli. Alla-
staðnis, hvar eg kom, var fuglur at
síggja. Av reiðrum fann eg hópin,
menn egg tók eg einki, tí eg vildi ikki
gera fuglinum ónáðir, so hann skuldi
hava sorg av tí.
Tá teir seinri fóru á fjall í áseyða-
royting, kom eg í fylgi við nøkrum av
javnaldrum mínum. Vit gingu fram
á mang reiðir, og teir vóru ódællir at
hava við at gera; tí teir tóku eggini
og drukku tey. Hetta var mær ein
stór sorg, eg gav meg í samrøðu við
teir og bað teir geva gætur at øllum,
suin eg talaði til teirra. Eg greiddi
teimum frá tí, meg hevði hent hitt
kvøldið, eg úti á upsini sá so mangar
ránsmenn vera har um vegir, og hvussu
syrgin fuglurin dagin eftir sat og langt-
aði eftir makanum, sum var skotin frá
honum. Javnaldrar mínir síntist at
vera hugtiknir av hesum og søgdust
aldri vilja pína fuglin upp aftur.
Eitt kvøldið bað eg teir so koma
við mær út á upsina; teir vóru fegnir
við at koma. Eg vísti teimum so, hvar
staðið var, sum fuglurin hitt kvøldið
hevði sitið so fegin, men hvar nú fáir
vóru at síggja; tí teir vóru allir fyri
óhappinum, sumir dripnir og sumir
lamløstaðir, og var nú staðið so nær
sum oyðið.
Ein teirra greiddi nú fyri mær, at
hann hitt áður nevnda kvøldið hevði
verið á einum bátinum og hevði haft
góðan hug at lainløsta fuglin; men uú-
fyrstani sá hann, hvussu skeivt hann
hevði borið seg at, og hann hugsaði
við sær sjálvum, at alđri skuldi hann
upp aftur eiga lut í slíkum oudum
verki. Tí fuglarnir leita langar leiðir
til okkara og taka sær búðstað hjá
okkum og príða um oyarnar, um hinar
naknu bjargasíður, sum á vetri standa
móti hini miklu havbylgju, ið dunandi
slær móti teimum við so miklum veldi,
at oyarnar tykjast skelva. Tá kann
eingin fuglúr búgva her; men tess
vakrari er tað am sumarið, tá ið hvør
rók er takt við bjargafugli.
Sum eg sum unglingi hugsaði, er
tað nú ynski mítt, at allir Føroya ungl-
ingar mugu hugsa, og at teir mugu
vera fúsir at verja alt vakurt og gott,
sum kann vera landi okkara. til prýðis
og frama. Okkara alfagra land, sum
vit av skaparans hond hava fingið at