Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 2

Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 2
— 42 — 4 Smádrongirair í Miðvík. Børnini í Miðvík vóru sum børn | aðrastaðni. Við hvørt vóru tey á leik- vøllum og spældu í friði og blíðum, við hvørt bardust smádrongirnir av ilium, og endin var ofta, at onkur fóratgráta j og síðani til hús. Hinir gingu tá so j nipnir eftir, spjaddust so líðandi hvør frá øðrum og hvurvu so hvør ísínaætt. Dagin eftir, tá teir komu úr skúla, | funnust teir aftur á leikvøllum — so blíðir sum nakrantíð. Var onkur í j ringuin hýri, so fór Torsteinur til hansara og uggaði hann. Torsteinur var ikki elstur í flokkinum, heldur ikki størstur; men hann var fimur og ikki góður at koma í holt við. Hann var j høvuðsmaður drongjanna bæði í arbeiði og leiki, og teir høvdu gott treysti á honum. Frálíkur var hann til at fáa semju í lag, tá ið klandur var, og ofta varð hann biðin um at avgera tær sakir, sum stríð var um; tí rættvísur var hann í ølluin lutum og gjørdi ikki mannamun. Sum áður sagt, var tað so, at um on- kur drongur rýmdi heim í illum ein dag, so var hann í blíðum í flokkinum dagin eftir. Foreldur Torsteins gramdu seg ofta um, at drongurin onga nyttu gjørdi, og spurdu læraran, um hann dugdi nakað í skúlanum. »Hann er skilagóður I drongur og nærlagdur at læra,« svaraði lærarin. — »Men vit fáa onga nyttu burtur úr honum,« helt pápi hansara; j »hann er altíð úti, tá ið veðrið er so frætt.* — »Gott tilfar í soni tygara,« j svaraði lærarin, »hevur hann heilsuna, i so verður hann einaferð maður.« — j Pápi Torsteins kundi einki siga ímóti hesum; tí hann var í hjartanum ásama máli sum lærarin. Um veturin kom ein drongur úr Ytruvík til Miðvíkar at vera. Hann hevði eitt slíkt munnskøði, at eingin í Miðvík hevði hoyrt tess maka fyrr, og herviligur var hann til at rósa sær. Stutt at siga: hann var eitt rætt reyp. . Hann var eitt ár eldri enn Torsteinur og væl størri. Ferđinand at hann ; men hann kallaði seg sjálvan Ferri, og so- leiðis varð hann eisini kallaður í Miðvík. Hann visti at siga frá mongum, bæði líkum og ólíkum, og børnini flokkaðust, øll uttan um hann til at hoyra søgur hansara. Einar trýggjar vikur eftir tað, at Ferri var komin til Miðvíkar, spældu børnini sum vanliga ein dagin á bønum. Men brátt hvurvu fleiri og fleiri úr leikinum, og endin var, at Torsteinur stóð bara sjálvur fimti eftir. Tá fyrst- ani gav hann tí gætur, at allur barna- flokkurin hevði sett seg utan um Ferra, sum sat og reypaði av øllum, hann hevði gjørt, og segði ymsar søgur frá sær og øðrum drongjum í Ytruvík. Torsteinur stóð eina løtu bilsin og lýddi á. Skjótt skildi hann, at hetta vóru ljótar søgur, sum børnini sótu og lurt- aðu eftir við slíkari andagt, sum tað hevði verið í kirkjuni. »Sitið ikki og lurtið eftir hasum tvætlinuin; komið ^ heldur aftur og spælið bolt,« rópaði Torsteinur út yvir barnaflokkin. Ferri leit upp á hann og svaraði ógviliga háðuliga: »Tvætl, sigir tú. Tú tosar, sum tú hevur vitið til. Far heim til mammu tína og legg teg!« Børnini skóru í ein skellilátur. Hetta kom suin eitt snarljós yvir Torstein; hann kendi seg vikna í knøunum. Ikki eitt orð fekk <

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.