Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 8

Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 8
48 — kikaranum, av hesum fitta lítla amboð- inuin, sum vit nú hava 300 ára minn- ing um. Skrøgg. Jógvan var komin í eina lítla bygd at ferðast, og hann sat um kvøldið, eftir at Ijósið var kveikt og segði børn- unum tíðindi úr síni bygd og skrøggaði nógv. Hann segði, at bygd sín var so ógviliga stór, at tann maður, sum hevði ørindi í øll húsini, t. d. til at bjóða í brúdleyp, hann sleit einar húðaskógvar á hol, áðrenn hann hevði verið inni allastaðni. Og ein maður var so ógvi- liga sterkur; eina ferð, teir royndu at fáa ein mannúlv í hond, fekk hesin sterki maðurin í halan á honum, og so báðir at togast. Endin var at mann- úlvurin slapp leysur; men tá sat mað- urin eftir við halanum og húðini, sum hann hevði togað burtur av honum. Børnini sótu bilsin og gløddi upp á Jógvan og slúktu hvørjum orði, hann segði. Tá tók til orða ein gamal maður, sum stóð og spann stúkuveft: »Tú, meini eg, dugir at siga frá mongum sjaldsomum; men her í bygdini ereisini mangt sjaldsamt at siga frá. Eg skal siga tær, at abbi mín át eina vág av seiði, eftir at hann var deyður. Hvussu bar tað til? Úti á Enni liggur ein stórur steinur, sum harkar, hosiar og sprænir, hvørja ferð hann hoyrir hanarnar her í bygdini gala. Og hvussu ber taðtil? Tá sat Jógvan kvirrur og bíndi; men hini børnini flentu, tí tey vistu hvussu tað bar til. Men vita tit, hvussu tað bar til? Stavatalv. d k k n n ó ó r 0 Flyt hesar stavirnar so, atteirsiga eins, antin teir verða lisnir frá vinstru « til høgru handar, ella frá í erva og niður eftir. Teir merkja tá trý orð: 1) Mangur lomvigi sat mær á og víða út yvir havið sá. 2) Mangan fylgdu mær glaðustrok, aldubrot og kavarok. 3) Stinn og reyst í ungum døgum, boyggjast tó á lágum og høgum. Stavatalvið í nr. 4 er t á t a á r a r t a 1 V a r V i Ungai Føroyar kosta 1 kr. 20 oyr. um árið og koma út einaferð í hvørjum mánaði. Ungu Føroyar kunnu fáast við at skriva seg fyri tær hjá postinum og hjá út- gevaranurn: Símun av Skarði, Føgru- líðar háskúla. At XJngu Føroyar í so langa tíð ikki hava komið út, skyldast blaðstýr- aranum, sum hevur haft mangt annað at gera. Vit skulu royna at fáa tíðina aftur og vóna, at haldararnir fyrigeva okkum. Blaðst. Útgevari og blaðetýrari: Símun av Skarði, Fagralíðar háskúla, um Klaksvík. Prentsmiðja »Fram«e, Tórshavn.

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.