Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 6

Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 6
— 46 — við hann: »Piltur mín, ætlar tú tær at tæna?« Hann svaraði: »Ja tygum.« Maðurin lovaði at geva honum tveir smáar silvurpengar í dagløn og mat og drekka, og drongurin fór í tænastu hjá honum eina góða tíð. Tað vildi so til ein dagin, at hann sá ein pilt har úr staðnum koma við einum hana til sølu, og ein Gyðingur kom til piltin og spurdi hann: »Barn mítt, ætlar tú at selja handa hanan?« Pilturin svaraði: »Ja.« Nú spurdi Gyðingurin: »Fyri tíggju oyrar?« Piiturin svaraði: »Guð skal opna.« — »Fyri tjúgu?« — »Guð fjalir.« — So beyð Gyðingurin meira og meira fyri hanan, til tess boðið var komið upp í eina krónu, og tá segði pilturin: »Kom her við henni.« Tá gav Gyðingurin honum krónuna, og í staðin tók hann hanan, sum hann drap við tað sama. So vendi hann sær til ein av tænastu- drongjum sínum og segði við hann: »Tak henda hanan, ber hann heim og sig húsfrúnni, at hon skal royta hann, men ikki krivja hann, fyrr enn eg eri heimkomin.* Tænastudrongurin gjørdi, sum honum var boðið. Men tá ið fiski- manssonurin, sum stóð dygst hjá, hevði hoyrt hesi orðini og sæð keypið og søluna, bíðaði hann eina løtu, til tess tænastudrongurin hevði borðið hanan burtur, so fór hann og keypti sær tveir hanar fyri fýra oyrar. So drap hann teir og fór við teimum til hús Gyðings- ins og pikkaði upp á. Tá ið húsfrúin hevði latið upp, segði hann við hana: Bóndin tygara bað siga við tygum, at tygum skuldu taka hesar báðar han- arnar og geva mær tann hanan, sum pilturin bar tygum eina løtu síðani.* Hon svaraði: »Tað er gott.« Og nú gav hann henni sínar báðar hanar, og fekk aftur frá henni tann hanan, sum maður hennara hevði dripið. Síðani fór hann heim aftur í bakarabúðina. Tá íð hann var einsamallur, kruvdi hann hanan, og í búkinum á honum fann hann ein innsiglisring við einum gimsteini*), sum í sólini hevði ein annan lit enn í skugganum. Hann tók ringin og stakk hann í barmin; síðani tók hann hanan, kókaði hann og át hann. Tá íð nú Gyðingurin va*- liðugur við starv sítt, fór hann heim og segði við konu sína: »Fá mær hanan.« Tá íð hon so fekk honum báðar hanarnar, spurdi hann: »hvar er hin fyrsti hanin?« Hon svaraði: »Tú sendi sjálvur drong- in við hesum báðum hanunum og gavst honum boð um at bera tær hin fyrsta hana aftur.« Tá sat Gyðingurin málleysur. Hann var so harmur, at hann var deyðanum nær, og hann mutlaði spaku- liga: »Sannliga, hann er sloppin úr mínum hándum.« Men fiskimanssonurin bíðaði, eftir at ringurin var komin í hansara hendur, til um kvøldið; tá helt hann fyri: »So satt man okkurt loyndarmál vera við hesum steini.« Síðani krógvaði hann seg í einum rúmi, tók ringin út úr barmi sínum og streyk hándina aftur og fram eftir honum. Brádliga kom tænari ringsins til sjóndar og rópti: »Her standi eg tær til tænastu.* Tá segði fiskimanssonurin: »Tað er sannlig eydna til lítar,« og koyrdu ringin aftur í fikkuna. Morgunin eftir, tá ið bak- arin kom, segði hann við hann: »Meist- ari mín, mær langtar heim aftur til frændur og vinir mínar. Ynski mítt *) Gimsteinur = edilsteinur.

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.