Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 6
— 46 —
við hann: »Piltur mín, ætlar tú tær at
tæna?« Hann svaraði: »Ja tygum.«
Maðurin lovaði at geva honum tveir
smáar silvurpengar í dagløn og mat og
drekka, og drongurin fór í tænastu hjá
honum eina góða tíð.
Tað vildi so til ein dagin, at hann
sá ein pilt har úr staðnum koma við
einum hana til sølu, og ein Gyðingur
kom til piltin og spurdi hann: »Barn
mítt, ætlar tú at selja handa hanan?«
Pilturin svaraði: »Ja.« Nú spurdi
Gyðingurin: »Fyri tíggju oyrar?«
Piiturin svaraði: »Guð skal opna.« —
»Fyri tjúgu?« — »Guð fjalir.« — So
beyð Gyðingurin meira og meira fyri
hanan, til tess boðið var komið upp í
eina krónu, og tá segði pilturin: »Kom
her við henni.« Tá gav Gyðingurin
honum krónuna, og í staðin tók hann
hanan, sum hann drap við tað sama.
So vendi hann sær til ein av tænastu-
drongjum sínum og segði við hann:
»Tak henda hanan, ber hann heim og
sig húsfrúnni, at hon skal royta hann,
men ikki krivja hann, fyrr enn eg eri
heimkomin.* Tænastudrongurin gjørdi,
sum honum var boðið. Men tá ið fiski-
manssonurin, sum stóð dygst hjá, hevði
hoyrt hesi orðini og sæð keypið og
søluna, bíðaði hann eina løtu, til tess
tænastudrongurin hevði borðið hanan
burtur, so fór hann og keypti sær tveir
hanar fyri fýra oyrar. So drap hann
teir og fór við teimum til hús Gyðings-
ins og pikkaði upp á. Tá ið húsfrúin
hevði latið upp, segði hann við hana:
Bóndin tygara bað siga við tygum, at
tygum skuldu taka hesar báðar han-
arnar og geva mær tann hanan, sum
pilturin bar tygum eina løtu síðani.*
Hon svaraði: »Tað er gott.« Og nú
gav hann henni sínar báðar hanar, og
fekk aftur frá henni tann hanan, sum
maður hennara hevði dripið. Síðani
fór hann heim aftur í bakarabúðina.
Tá íð hann var einsamallur, kruvdi
hann hanan, og í búkinum á honum
fann hann ein innsiglisring við einum
gimsteini*), sum í sólini hevði ein annan
lit enn í skugganum. Hann tók ringin
og stakk hann í barmin; síðani tók
hann hanan, kókaði hann og át hann.
Tá íð nú Gyðingurin va*- liðugur
við starv sítt, fór hann heim og segði
við konu sína: »Fá mær hanan.« Tá
íð hon so fekk honum báðar hanarnar,
spurdi hann: »hvar er hin fyrsti hanin?«
Hon svaraði: »Tú sendi sjálvur drong-
in við hesum báðum hanunum og gavst
honum boð um at bera tær hin fyrsta
hana aftur.« Tá sat Gyðingurin málleysur.
Hann var so harmur, at hann var
deyðanum nær, og hann mutlaði spaku-
liga: »Sannliga, hann er sloppin úr
mínum hándum.«
Men fiskimanssonurin bíðaði, eftir
at ringurin var komin í hansara hendur,
til um kvøldið; tá helt hann fyri: »So
satt man okkurt loyndarmál vera við
hesum steini.« Síðani krógvaði hann seg
í einum rúmi, tók ringin út úr barmi
sínum og streyk hándina aftur og fram
eftir honum. Brádliga kom tænari
ringsins til sjóndar og rópti: »Her
standi eg tær til tænastu.* Tá segði
fiskimanssonurin: »Tað er sannlig
eydna til lítar,« og koyrdu ringin aftur
í fikkuna. Morgunin eftir, tá ið bak-
arin kom, segði hann við hann: »Meist-
ari mín, mær langtar heim aftur til
frændur og vinir mínar. Ynski mítt
*) Gimsteinur = edilsteinur.