Ungu Föroyar - 01.06.1908, Side 5

Ungu Föroyar - 01.06.1908, Side 5
— 45 — at hetta var einki at gráta fyri hjá einuni so stórum drongi. So varð farið til hús. Men smá- drongirnir í Miðvík gloymdu ikki tann viðburðin, sum vildi til henda dagin, og teirra hugsan um Ferra og Torstein var øðrvísi í framtíðini, enn hon hevði verið áður. Eftir er at siga, at Ferri spektist nógv og reypaði minni enn áður. Hann og Torsteinur eru nú tilkomnir, og teir eru enn eins og í drongjaárunum ymissir í skapi. Torsteinur er av frægastu monnum í Miðvík; hann styðjar allan felagsskap og arbeiðir fyri framburði í øllum lutum. Vinsælur er hann og hollur í ráðum. Ferri hevur orð fyri at vera klandrutur og seta ilt millum manna. Hann hevur aldri verið vinur Torsteins, men hevur heldur ikki haft dirvi til opinberliga at vera óvinur hansara. Søgan um fiskimannin og son hansara. (Úr Túnund ndttnrn og cini.) Einaferð var ein fátækur fiskimaður, sum átti konu og børn. Hvønn dag, sum veðrið var so dánt, royndi liann at vinna sær eitt sindur upp úr sjónum til sítt dagliga breyð. Stundum fór hann út at rógva, og stundum var hann við nót. Nakað av veiðini var hann vanur at avreiða og at keypa mat fyri pengarnar; tað sum eftir var, bar hann konu og børnum heim at eta. Ein dagin segði hann við son sín, sum var vorðin ein stórur piltur: »Barn mítt, komvið mær ímorgun; kann vera, at gud hin góði senđir okkum eina veiði fyri tína skuld.« Drongurin svaraði: »Takk, góði pápi!'< Fiskimaðurin og sonur hansara tóku so nótina og gingu oman til strandar. Tá segði pápin: »Drong- ur mín! Nú skal eg seta nótina útupp á tína lukku.« So greiddi hann línur- nar og setti nótina út eins oghannvar vanur. Tá íð ein lítil løta var gingin, fór hann at draga og varð varur við, attungtvar. Tá rópaði hann: »Sonur mín! Royn teg nú,« og drongurin tog- aði, alt hann var mentur. Tá íð teir nú høvdu fingið nótina upp aftur á land, sógu teir í henni ein so ógviliga stóran fisk, sum glitraði í øllum litum. Tá segði pápin: »Drongur mín, henda fiskin eigir einans kalifin athava; statt tú hjá honum, meðan eg fari eftir einum íláti til at bera hann í sum gávu til furstan yvir hinum trúgvandu.« So setti drongurin seg hjá fiskinum, og hann segði við hann, tá íð pápi hans- ara var komin so langt, at hann ikki kundi hoyra: »Ivaleyst hevur tú ungar, og orðatakið sigir: ger gott og tveit tað í havið.« Síðani tók hann fiskin og legði hann í sævarmálan og oysti sjógv út yvir hann og segði við hann: »Far til ungar tínar; tað er betri enn at verða etin av kalifanum.« Men tá íð hann hevði slept fiskinum aftur á sjógv- in, kom á hann ein slík ræðsla fyri pápá sínum, so at hann utan stedg ella dvøl tók til beins av bygdini, og ikki linaði hann ferðina, fyrr enn hann kom til ísakslands. í høvuðsstaðinum i hesuin landi ráddi ein mektUgur kongur, — prís veri konginum yvir øllum konga- ríkjum! — Tá íð hann kom inn í stað- in, hitti hann ein bakara, sum segði

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.