Ungu Föroyar - 01.06.1908, Qupperneq 5
— 45 —
at hetta var einki at gráta fyri hjá
einuni so stórum drongi.
So varð farið til hús. Men smá-
drongirnir í Miðvík gloymdu ikki tann
viðburðin, sum vildi til henda dagin,
og teirra hugsan um Ferra og Torstein
var øðrvísi í framtíðini, enn hon hevði
verið áður.
Eftir er at siga, at Ferri spektist
nógv og reypaði minni enn áður. Hann
og Torsteinur eru nú tilkomnir, og teir
eru enn eins og í drongjaárunum ymissir
í skapi. Torsteinur er av frægastu
monnum í Miðvík; hann styðjar allan
felagsskap og arbeiðir fyri framburði í
øllum lutum. Vinsælur er hann og
hollur í ráðum. Ferri hevur orð fyri
at vera klandrutur og seta ilt millum
manna. Hann hevur aldri verið vinur
Torsteins, men hevur heldur ikki haft
dirvi til opinberliga at vera óvinur
hansara.
Søgan um fiskimannin
og son hansara.
(Úr Túnund ndttnrn og cini.)
Einaferð var ein fátækur fiskimaður,
sum átti konu og børn. Hvønn dag,
sum veðrið var so dánt, royndi liann
at vinna sær eitt sindur upp úr sjónum
til sítt dagliga breyð. Stundum fór
hann út at rógva, og stundum var hann
við nót. Nakað av veiðini var hann
vanur at avreiða og at keypa mat fyri
pengarnar; tað sum eftir var, bar hann
konu og børnum heim at eta. Ein dagin
segði hann við son sín, sum var vorðin
ein stórur piltur: »Barn mítt, komvið
mær ímorgun; kann vera, at gud hin
góði senđir okkum eina veiði fyri tína
skuld.« Drongurin svaraði: »Takk,
góði pápi!'< Fiskimaðurin og sonur
hansara tóku so nótina og gingu oman
til strandar. Tá segði pápin: »Drong-
ur mín! Nú skal eg seta nótina útupp
á tína lukku.« So greiddi hann línur-
nar og setti nótina út eins oghannvar
vanur. Tá íð ein lítil løta var gingin,
fór hann at draga og varð varur við,
attungtvar. Tá rópaði hann: »Sonur
mín! Royn teg nú,« og drongurin tog-
aði, alt hann var mentur. Tá íð teir
nú høvdu fingið nótina upp aftur á
land, sógu teir í henni ein so ógviliga
stóran fisk, sum glitraði í øllum litum.
Tá segði pápin: »Drongur mín, henda
fiskin eigir einans kalifin athava; statt
tú hjá honum, meðan eg fari eftir einum
íláti til at bera hann í sum gávu til
furstan yvir hinum trúgvandu.« So
setti drongurin seg hjá fiskinum, og
hann segði við hann, tá íð pápi hans-
ara var komin so langt, at hann ikki
kundi hoyra: »Ivaleyst hevur tú ungar,
og orðatakið sigir: ger gott og tveit
tað í havið.« Síðani tók hann fiskin og
legði hann í sævarmálan og oysti sjógv
út yvir hann og segði við hann: »Far
til ungar tínar; tað er betri enn at
verða etin av kalifanum.« Men tá íð
hann hevði slept fiskinum aftur á sjógv-
in, kom á hann ein slík ræðsla fyri
pápá sínum, so at hann utan stedg ella
dvøl tók til beins av bygdini, og ikki
linaði hann ferðina, fyrr enn hann kom
til ísakslands. í høvuðsstaðinum i hesuin
landi ráddi ein mektUgur kongur, —
prís veri konginum yvir øllum konga-
ríkjum! — Tá íð hann kom inn í stað-
in, hitti hann ein bakara, sum segði