Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 3

Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 3
hann upp; heilt hjálparleysur stóð hann har og visti ikki, hvat hann skuldi gera. Tá segði Ferri við børnini so hart, at Torsteinur mátti hoyra: »Eg hugsi, tað er beinast fyri Torstein, at hann fer heim at fáa sær boppu,« og allur flokk- urin fór uppaftur at læa. Tá fleyg ill- sinni í Torstein; hann kendi, hvussu blóðið tuáti upp í andlitið, og hann var nærum frá sær sjálvum. Tað var tætt við, at hann leyp inn í flokkin fyri at ripa nevan í andlitið á Ferra; men hann sissaðist, tók til beins og fór heim. Nú var nógv umskift. Fyrr var Torsteinur altíð maður fyri at fáa hinar klandrutu drongirnar at semjast aftur; men nú var tað ikki møguligt fyri hann sjálvan at koma upp í aftur barnaleikin. Tí hvørja ferð, hann nærkaðist, teskaði Ferri okkurt til børnini, sum tey flentu at. Men tá ið Torsteinur møtti Ferra einsamøllum, var hann bæði blíður og týður og ógviliga hampuligur og kurtis- ligur móti Torsteini, sum tó ikki læt við seg koma, men bara hugsaði við sær sjálvum, at Ferri mundi vera ræddur; dirvið var burtur, so skjótt sum hann ikki hevði børnini utan um seg til at flenna. Torsteinur kendi seg nú ein- samallan. Lítið dámdi honum at vera hildin fyri háð av Ferra, sum nú var vorðin oddamaður fyri barnaflokkinum. Hann helt seg heima hjá foreldrum sínum og hjálpti teimum við ymissum arbeiði, tá hann ikki var í skúla. Veturin fór og várið kom við lýggj- um veðurlagi, gróðri og fuglasongi. Torsteinur vitjaði í hagan við pápa sínum til at hyggja eftir smálombum; hann hjálpti honum við velting og torv- skurði, og tá Miðvíkarmenn fóru á fjall í áseyðaroyting, slapp Torsteinur eisini við har. Ferri við stórum drongjaflokki var eisini á fjalli; men Torsteinur kom ikki saman við teir. Væl rakst, og teir komu í rætt. Torsteinur hevði funnið væl av lesull j og nøkur ternuegg. Ullina bant hann saman í eitt knýti og legði hana millum tveggja steina eitt sindur oman fyri rættina og eggini hjá. Síðani var hann hjá fjallmonnunum, sum royttu seyðin. Men Ferri og hinir drongirnir spældu har í nándini. Einaferð, sum Torsteinur iítur at leiki drongjanna, sær hann, ateinníggju ára gamal piltur smoyggir sær so spaku- j liga niðan til tann staðin, har sum hann j goymdi ull sína og eggini, og hann sær, í at pilturin fer at róta Tiar millum stein- , arnar. Illgruni kom á Torstein, og hann ! leyp avstað fyri at vita, hvat ætlanin var. Tá ið hann kom til staðin, sá hann, at pilturin hevði brotið eggini, síðani hevði hnnn tægað ullina sundur og koyrt mold og eyr upp í hana. Hann tókst við at balla alt saman í ein í søpul fyri at stinga tað inn aftur millum steinanna, tá ið Torsteinur kom til hansara. »Hatta skalt tú fáa aftur goldið,« rópaði Torsteinur í illsinni og treiv aftantil í kotskragan á piltinum og helt j fast. í saina viðfangi hoyrdi hann hitt ljóta flennið frá Ferra og hinum drongj- unum, og honum rann í huga, at hesin neyðar pilturin, sum hann nú hevði í hornatøkum, neyvan mundi hava funnið hetta skálkabragdið upp úr sínum egna brósti. Hann varð eisini skjótt vísur í hesum; tí pilturin bað so bønliga fyri sær og segði, at hann hevði ikki skuld- ina, men tað var Ferri, sum hevði lokkað hann til hetta. Torsteinur slepti honum

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.