Ungu Föroyar - 01.06.1908, Síða 3
hann upp; heilt hjálparleysur stóð hann
har og visti ikki, hvat hann skuldi gera.
Tá segði Ferri við børnini so hart, at
Torsteinur mátti hoyra: »Eg hugsi, tað
er beinast fyri Torstein, at hann fer
heim at fáa sær boppu,« og allur flokk-
urin fór uppaftur at læa. Tá fleyg ill-
sinni í Torstein; hann kendi, hvussu
blóðið tuáti upp í andlitið, og hann var
nærum frá sær sjálvum. Tað var tætt
við, at hann leyp inn í flokkin fyri at
ripa nevan í andlitið á Ferra; men
hann sissaðist, tók til beins og fór heim.
Nú var nógv umskift. Fyrr var
Torsteinur altíð maður fyri at fáa hinar
klandrutu drongirnar at semjast aftur;
men nú var tað ikki møguligt fyri hann
sjálvan at koma upp í aftur barnaleikin.
Tí hvørja ferð, hann nærkaðist, teskaði
Ferri okkurt til børnini, sum tey flentu
at. Men tá ið Torsteinur møtti Ferra
einsamøllum, var hann bæði blíður og
týður og ógviliga hampuligur og kurtis-
ligur móti Torsteini, sum tó ikki læt við
seg koma, men bara hugsaði við sær
sjálvum, at Ferri mundi vera ræddur;
dirvið var burtur, so skjótt sum hann
ikki hevði børnini utan um seg til at
flenna. Torsteinur kendi seg nú ein-
samallan. Lítið dámdi honum at vera
hildin fyri háð av Ferra, sum nú var
vorðin oddamaður fyri barnaflokkinum.
Hann helt seg heima hjá foreldrum
sínum og hjálpti teimum við ymissum
arbeiði, tá hann ikki var í skúla.
Veturin fór og várið kom við lýggj-
um veðurlagi, gróðri og fuglasongi.
Torsteinur vitjaði í hagan við pápa
sínum til at hyggja eftir smálombum;
hann hjálpti honum við velting og torv-
skurði, og tá Miðvíkarmenn fóru á fjall
í áseyðaroyting, slapp Torsteinur eisini
við har. Ferri við stórum drongjaflokki
var eisini á fjalli; men Torsteinur kom
ikki saman við teir.
Væl rakst, og teir komu í rætt.
Torsteinur hevði funnið væl av lesull
j og nøkur ternuegg. Ullina bant hann
saman í eitt knýti og legði hana millum
tveggja steina eitt sindur oman fyri
rættina og eggini hjá. Síðani var hann
hjá fjallmonnunum, sum royttu seyðin.
Men Ferri og hinir drongirnir spældu
har í nándini.
Einaferð, sum Torsteinur iítur at
leiki drongjanna, sær hann, ateinníggju
ára gamal piltur smoyggir sær so spaku-
j liga niðan til tann staðin, har sum hann
j goymdi ull sína og eggini, og hann sær,
í at pilturin fer at róta Tiar millum stein-
, arnar. Illgruni kom á Torstein, og hann
! leyp avstað fyri at vita, hvat ætlanin
var. Tá ið hann kom til staðin, sá
hann, at pilturin hevði brotið eggini,
síðani hevði hnnn tægað ullina sundur
og koyrt mold og eyr upp í hana.
Hann tókst við at balla alt saman í ein
í søpul fyri at stinga tað inn aftur millum
steinanna, tá ið Torsteinur kom til
hansara.
»Hatta skalt tú fáa aftur goldið,«
rópaði Torsteinur í illsinni og treiv
aftantil í kotskragan á piltinum og helt
j fast. í saina viðfangi hoyrdi hann hitt
ljóta flennið frá Ferra og hinum drongj-
unum, og honum rann í huga, at hesin
neyðar pilturin, sum hann nú hevði í
hornatøkum, neyvan mundi hava funnið
hetta skálkabragdið upp úr sínum egna
brósti. Hann varð eisini skjótt vísur í
hesum; tí pilturin bað so bønliga fyri
sær og segði, at hann hevði ikki skuld-
ina, men tað var Ferri, sum hevði lokkað
hann til hetta. Torsteinur slepti honum