Ungu Föroyar - 01.06.1908, Page 8
48 —
kikaranum, av hesum fitta lítla amboð-
inuin, sum vit nú hava 300 ára minn-
ing um.
Skrøgg.
Jógvan var komin í eina lítla bygd
at ferðast, og hann sat um kvøldið,
eftir at Ijósið var kveikt og segði børn-
unum tíðindi úr síni bygd og skrøggaði
nógv. Hann segði, at bygd sín var so
ógviliga stór, at tann maður, sum hevði
ørindi í øll húsini, t. d. til at bjóða í
brúdleyp, hann sleit einar húðaskógvar
á hol, áðrenn hann hevði verið inni
allastaðni. Og ein maður var so ógvi-
liga sterkur; eina ferð, teir royndu at
fáa ein mannúlv í hond, fekk hesin
sterki maðurin í halan á honum, og so
báðir at togast. Endin var at mann-
úlvurin slapp leysur; men tá sat mað-
urin eftir við halanum og húðini, sum
hann hevði togað burtur av honum.
Børnini sótu bilsin og gløddi upp á
Jógvan og slúktu hvørjum orði, hann
segði. Tá tók til orða ein gamal maður,
sum stóð og spann stúkuveft: »Tú,
meini eg, dugir at siga frá mongum
sjaldsomum; men her í bygdini ereisini
mangt sjaldsamt at siga frá. Eg skal
siga tær, at abbi mín át eina vág av
seiði, eftir at hann var deyður. Hvussu
bar tað til? Úti á Enni liggur ein stórur
steinur, sum harkar, hosiar og sprænir,
hvørja ferð hann hoyrir hanarnar her
í bygdini gala. Og hvussu ber taðtil?
Tá sat Jógvan kvirrur og bíndi; men
hini børnini flentu, tí tey vistu hvussu
tað bar til.
Men vita tit, hvussu tað bar til?
Stavatalv.
d k k
n n ó
ó r 0
Flyt hesar stavirnar so, atteirsiga
eins, antin teir verða lisnir frá vinstru «
til høgru handar, ella frá í erva og
niður eftir. Teir merkja tá trý orð:
1) Mangur lomvigi sat mær á
og víða út yvir havið sá.
2) Mangan fylgdu mær glaðustrok,
aldubrot og kavarok.
3) Stinn og reyst í ungum døgum,
boyggjast tó á lágum og høgum.
Stavatalvið í nr. 4
er
t á t a
á r a r
t a 1 V
a r V i
Ungai Føroyar kosta 1 kr. 20 oyr. um
árið og koma út einaferð í hvørjum
mánaði.
Ungu Føroyar kunnu fáast við at skriva
seg fyri tær hjá postinum og hjá út-
gevaranurn: Símun av Skarði, Føgru-
líðar háskúla.
At XJngu Føroyar í so langa tíð
ikki hava komið út, skyldast blaðstýr-
aranum, sum hevur haft mangt annað
at gera. Vit skulu royna at fáa tíðina
aftur og vóna, at haldararnir fyrigeva
okkum. Blaðst.
Útgevari og blaðetýrari: Símun av Skarði, Fagralíðar háskúla, um Klaksvík.
Prentsmiðja »Fram«e, Tórshavn.