Ungu Föroyar - 01.06.1908, Side 2
— 42 —
4
Smádrongirair í Miðvík.
Børnini í Miðvík vóru sum børn |
aðrastaðni. Við hvørt vóru tey á leik-
vøllum og spældu í friði og blíðum, við
hvørt bardust smádrongirnir av ilium,
og endin var ofta, at onkur fóratgráta j
og síðani til hús. Hinir gingu tá so j
nipnir eftir, spjaddust so líðandi hvør
frá øðrum og hvurvu so hvør ísínaætt.
Dagin eftir, tá teir komu úr skúla, |
funnust teir aftur á leikvøllum — so
blíðir sum nakrantíð. Var onkur í j
ringuin hýri, so fór Torsteinur til
hansara og uggaði hann. Torsteinur
var ikki elstur í flokkinum, heldur ikki
størstur; men hann var fimur og ikki
góður at koma í holt við. Hann var j
høvuðsmaður drongjanna bæði í arbeiði
og leiki, og teir høvdu gott treysti á
honum. Frálíkur var hann til at fáa
semju í lag, tá ið klandur var, og ofta
varð hann biðin um at avgera tær sakir,
sum stríð var um; tí rættvísur var hann
í ølluin lutum og gjørdi ikki mannamun.
Sum áður sagt, var tað so, at um on-
kur drongur rýmdi heim í illum ein
dag, so var hann í blíðum í flokkinum
dagin eftir.
Foreldur Torsteins gramdu seg ofta
um, at drongurin onga nyttu gjørdi, og
spurdu læraran, um hann dugdi nakað
í skúlanum. »Hann er skilagóður I
drongur og nærlagdur at læra,« svaraði
lærarin. — »Men vit fáa onga nyttu
burtur úr honum,« helt pápi hansara; j
»hann er altíð úti, tá ið veðrið er so
frætt.* — »Gott tilfar í soni tygara,« j
svaraði lærarin, »hevur hann heilsuna, i
so verður hann einaferð maður.« — j
Pápi Torsteins kundi einki siga ímóti
hesum; tí hann var í hjartanum ásama
máli sum lærarin.
Um veturin kom ein drongur úr
Ytruvík til Miðvíkar at vera. Hann
hevði eitt slíkt munnskøði, at eingin í
Miðvík hevði hoyrt tess maka fyrr, og
herviligur var hann til at rósa sær.
Stutt at siga: hann var eitt rætt reyp. .
Hann var eitt ár eldri enn Torsteinur
og væl størri. Ferđinand at hann ; men
hann kallaði seg sjálvan Ferri, og so-
leiðis varð hann eisini kallaður í Miðvík.
Hann visti at siga frá mongum, bæði
líkum og ólíkum, og børnini flokkaðust,
øll uttan um hann til at hoyra søgur
hansara.
Einar trýggjar vikur eftir tað, at
Ferri var komin til Miðvíkar, spældu
børnini sum vanliga ein dagin á bønum.
Men brátt hvurvu fleiri og fleiri úr
leikinum, og endin var, at Torsteinur
stóð bara sjálvur fimti eftir. Tá fyrst-
ani gav hann tí gætur, at allur barna-
flokkurin hevði sett seg utan um Ferra,
sum sat og reypaði av øllum, hann
hevði gjørt, og segði ymsar søgur frá
sær og øðrum drongjum í Ytruvík.
Torsteinur stóð eina løtu bilsin og lýddi
á. Skjótt skildi hann, at hetta vóru
ljótar søgur, sum børnini sótu og lurt-
aðu eftir við slíkari andagt, sum tað
hevði verið í kirkjuni. »Sitið ikki og
lurtið eftir hasum tvætlinuin; komið ^
heldur aftur og spælið bolt,« rópaði
Torsteinur út yvir barnaflokkin. Ferri
leit upp á hann og svaraði ógviliga
háðuliga: »Tvætl, sigir tú. Tú tosar,
sum tú hevur vitið til. Far heim til
mammu tína og legg teg!« Børnini
skóru í ein skellilátur. Hetta kom suin
eitt snarljós yvir Torstein; hann kendi
seg vikna í knøunum. Ikki eitt orð fekk <