Ungu Föroyar - 01.10.1910, Side 3

Ungu Föroyar - 01.10.1910, Side 3
75 — til orða: Komið nú við mær; tí tað sum eg havi at bera, er tungt.« Bah- man kongssonur svaraði: »Hvat hevst tú at? Eg biði teg um at siga okkum tað við tað sama, tí aldri hevur túáður dult nakað fyri okkum.« Hon segði tá: »Brøður mínir! Eg havi einki at dylja fyri tykkum. Havið ikki illgruna til mín, eg skal greiða tykkum frá øllum úr oddi í egg.« So segði hon teimum frá ráðunum, sum hin talandi fuglurin hevði lagt henni, og teir undraðust á hin sjaldsama rættin, gurkur fyltar við perlum, ið borðreitt skuldi verða við fyri kongi. Teir hugsaðu um, hvørja ætlan fuglurin mundi hava við hesuin perlu- fyllu gurkunum, men teir dugdu ikki at finna nakra grund. Men Perisada segði: »Fuglurin er vísur og vitugur, og hansara ráð eru ivaleyst okkum til frama. Hvussu er, so man hann hava sínar grundir, og beinast man vera at gera eftir hansara boðum.« Kongsdóttirin fór so eftir høvuðs- kokkinum og segði við hann: »í dag kemur kongur, guðs skuggi á foldum, higar at eta đøgurð. Ansa tí eftir, at inaturin verður frálíka góður og eisini hóskandi at seta fyri hansara hátign. Millum rættirnar er tó ein, sum tú einsamallur mást gera til, og sum eingin onnur hond má nerta við. Tann rætt- urin skal vera av frískum við perlum fyltum gurkum.« Kokkurin • undraðist á hetta og segði við seg sjálvan: »Hvør hevur hoyrt um slíkan rætt ella nakrantíð fingið boð^um at gera hanntil!* Utan at duga at lesa annans mans hugsan sá Perisada á andliti hansara, hvussu bilsin hann stóð, og hon segði: »Eg síggi á tær, at tú heldur meg vera í j ørviti, tí eg biði teg gera henda rættin. Eg veit væl, at eingin hevur enn etið slíkan rætt; men hvat kemur tað tær við? Ger tú tað, sum tú ert biðin um. Tú sært hesa kistuna javntramaða av perlum; tak av teimum til rættin so nógv sum tú vilt, og læt avlopið liggja eftir í kistuni.« Kokkurin, sum var so bilsin, at hann einki orð fekk upp, tók so nógvar perlur, sum hann helt seg hava brúk fyri, og síðani fór hann av stað til at ansa eftir og leggja lag á, hvussu hinir ymisku rættirnir skuldu vera tilgjørdic. Kongsdóttirin fór til arbeiðsfólkini og stílaði teimum, hvussu tey skuldu pinta húsini utan og innan, so at alt mátti skína glitrandi reint og blankt. Tíðliga um niorgunin riðu kongs- synirnir, Bahman og Parvis, til hin áðurnevnda staðin, har sum teir fyrstu ferð hittu kongin, og har hittu teir hann eisini henda inorgunin. Teir fóru so allir fyrst at veiða djór; men táiðsólin var komin høgt upp í loft, og hitin var vorðin ógviiiga sterkur, gav kongur upp at við djóraveiðingini og fór við kongssynunum báðum heim til hús teirra. Tá ið teir vóru komnir nakað á veg fór hin yngri bróðirin undan til at siga systur síni frá, at høvdingi jarðarinnar var í nánd. Hon skundaði sær so út í dyrnar at taka við honum. Kongur reið so fram fyri dyrnar og fór av hestinum, og tá ið hann steig inn um gáttina, kastaði hon seg á knæ fyri føtur hansara og ynskti hann vera væl- komnan, og báðir brøður hennara søgdu: »0 høvdingi jarðarinnar! Hetta er systir okkara, hon sum vit søgdu tær frá.« Kongur rætti henni vinaliga hondina og reisti hana upp, og tá ið

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.