Ungu Föroyar - 01.10.1910, Qupperneq 3
75 —
til orða: Komið nú við mær; tí tað
sum eg havi at bera, er tungt.« Bah-
man kongssonur svaraði: »Hvat hevst
tú at? Eg biði teg um at siga okkum
tað við tað sama, tí aldri hevur túáður
dult nakað fyri okkum.« Hon segði tá:
»Brøður mínir! Eg havi einki at dylja
fyri tykkum. Havið ikki illgruna til
mín, eg skal greiða tykkum frá øllum
úr oddi í egg.« So segði hon teimum
frá ráðunum, sum hin talandi fuglurin
hevði lagt henni, og teir undraðust á
hin sjaldsama rættin, gurkur fyltar við
perlum, ið borðreitt skuldi verða við fyri
kongi. Teir hugsaðu um, hvørja ætlan
fuglurin mundi hava við hesuin perlu-
fyllu gurkunum, men teir dugdu ikki
at finna nakra grund. Men Perisada
segði: »Fuglurin er vísur og vitugur,
og hansara ráð eru ivaleyst okkum til
frama. Hvussu er, so man hann hava
sínar grundir, og beinast man vera at
gera eftir hansara boðum.«
Kongsdóttirin fór so eftir høvuðs-
kokkinum og segði við hann: »í dag
kemur kongur, guðs skuggi á foldum,
higar at eta đøgurð. Ansa tí eftir, at
inaturin verður frálíka góður og eisini
hóskandi at seta fyri hansara hátign.
Millum rættirnar er tó ein, sum tú
einsamallur mást gera til, og sum eingin
onnur hond má nerta við. Tann rætt-
urin skal vera av frískum við perlum
fyltum gurkum.«
Kokkurin • undraðist á hetta og
segði við seg sjálvan: »Hvør hevur
hoyrt um slíkan rætt ella nakrantíð
fingið boð^um at gera hanntil!* Utan
at duga at lesa annans mans hugsan
sá Perisada á andliti hansara, hvussu
bilsin hann stóð, og hon segði: »Eg
síggi á tær, at tú heldur meg vera í j
ørviti, tí eg biði teg gera henda rættin.
Eg veit væl, at eingin hevur enn etið
slíkan rætt; men hvat kemur tað tær
við? Ger tú tað, sum tú ert biðin um.
Tú sært hesa kistuna javntramaða av
perlum; tak av teimum til rættin so
nógv sum tú vilt, og læt avlopið liggja
eftir í kistuni.« Kokkurin, sum var so
bilsin, at hann einki orð fekk upp, tók
so nógvar perlur, sum hann helt seg
hava brúk fyri, og síðani fór hann av
stað til at ansa eftir og leggja lag á,
hvussu hinir ymisku rættirnir skuldu
vera tilgjørdic. Kongsdóttirin fór til
arbeiðsfólkini og stílaði teimum, hvussu
tey skuldu pinta húsini utan og innan,
so at alt mátti skína glitrandi reint og
blankt.
Tíðliga um niorgunin riðu kongs-
synirnir, Bahman og Parvis, til hin
áðurnevnda staðin, har sum teir fyrstu
ferð hittu kongin, og har hittu teir hann
eisini henda inorgunin. Teir fóru so
allir fyrst at veiða djór; men táiðsólin
var komin høgt upp í loft, og hitin var
vorðin ógviiiga sterkur, gav kongur
upp at við djóraveiðingini og fór við
kongssynunum báðum heim til hús
teirra. Tá ið teir vóru komnir nakað
á veg fór hin yngri bróðirin undan til
at siga systur síni frá, at høvdingi
jarðarinnar var í nánd. Hon skundaði
sær so út í dyrnar at taka við honum.
Kongur reið so fram fyri dyrnar og fór
av hestinum, og tá ið hann steig inn
um gáttina, kastaði hon seg á knæ fyri
føtur hansara og ynskti hann vera væl-
komnan, og báðir brøður hennara søgdu:
»0 høvdingi jarðarinnar! Hetta er
systir okkara, hon sum vit søgdu tær
frá.« Kongur rætti henni vinaliga
hondina og reisti hana upp, og tá ið