Ungu Föroyar - 01.10.1910, Síða 5

Ungu Föroyar - 01.10.1910, Síða 5
— 77 — sama, ið her er; tó latum okkum eisini nú hyggja at hinum talandi fuglinum.« (Meira.) Skeggi og Sølmundur. (Gomul søga; uppskrivað av V. U. Uammemhaimb.) Tveir brøður vóru áður í fyrndini í teirri bygd, sum nú kallast í Sølmund- arfirði; annar bróðurin nevndist Skeggi og annar Sølmundur, (aðrir kaila hann Sølva). Skeggi var eldri og ráddi fyri búgvinum; hús hansara stóðu har, sum nú kallast í Toftum ella Skeggjatoftum. Hin yngri bróðirin var illviljaður og avundsjúkur við Skeggja. Ein dagin fylgdust báðir saman í haganum; teir gingu eystur um Stórafjall og hugdu har at seyðinum. Sølmundur lokkaði Skeggja at koma við sær út á nøvina, sum har gongur brøtt út móti Gøtuvík. Skeggi var góðvarin og hevði ongan illgruna við bróðirin; hann gekk tí framman undan. Men tá iðSkeggi var komin út á upsina ytst úti á nøvini, skúgvaði Sølmundur undir hann, so hann fell út av niður í urðina, og læt hann har sítt lív. Hetta bergið kallast enn á døgum Skoggjanøv. Sølmundur settist nú í búgv bróður síns og sigist hava givið bygdini navn, Sølmundar- fjørður; sumir siga, at hann mátti flýggJ3 úr oyggjunum. tá ið tað spurd- ist, at hann hevði verið Skeggja at bana. Søga Magnusar Heinasonar. (Framhald.) XIV. Magnus setur búgv í Danmørk. Magnus setti nú búgv í Álaborg norður við Limfjørðin. Haðani hevði hann stuttan veg til vinmann sín, Hans Lindenov, sum ikki longur var embæt- ismaður í Bjørgvin, men búsettur á harragarði sínurn, Ørslev kleystur, á Jútlandi, og ofta munna teir hava vitjað hvønn annan. Um jólatíð 1587 gav kongur Magn- usi tað heitorð, at hann skuldi fáa oynna Ekholm í Limfirði í len. Eisini gav kongur honum loyvi at fara til Føroya sumarið eftir til at krevja inn gantlar skuldir. Og Magnus fór eisini til Før- oya um várið 1588; men tá ið hann seinri á sumri kom aftur til Danmarkar, var hansara trúgvi vinur og holli væl- gerðamaður, Fríðrikur kongur annar, deyður, ogtyramenn vórusettir til atstýra ríkinum, meðan Kristian fjórði var smádrongur. Ein av hesum ríkisstýr- arunum var Kristoffer Valkendorf, og hann hevði góðan hug til at gera leiðina torføra fyri Magnusi. Oynna Ekholm fekk Magnus tó, so sum kongur hevði til- sagt honum, og vit kunnu ætla, at í tí spurninginum munna hinir ríkisstýr- ararnir hava tikið Kristoffer Valken- dorf av ráðum. Magnus var nú ríkur maður; Ek- holm hevði hann í len, nógva jørð átti hann í Noregi, og fleiri skip bar hann eisini orð fyri at eiga. Hann sýnist nú at hava verið leiddur av sjólívinum, og hann mundi hava bestan hug at liva á land- inum saman við konu og børnum. Og hann hevði ráð til tess; tí aftrat øllum

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.