Ungu Föroyar - 01.10.1910, Blaðsíða 5
— 77 —
sama, ið her er; tó latum okkum eisini
nú hyggja at hinum talandi fuglinum.«
(Meira.)
Skeggi og Sølmundur.
(Gomul søga; uppskrivað av V. U. Uammemhaimb.)
Tveir brøður vóru áður í fyrndini
í teirri bygd, sum nú kallast í Sølmund-
arfirði; annar bróðurin nevndist Skeggi
og annar Sølmundur, (aðrir kaila hann
Sølva). Skeggi var eldri og ráddi fyri
búgvinum; hús hansara stóðu har, sum
nú kallast í Toftum ella Skeggjatoftum.
Hin yngri bróðirin var illviljaður og
avundsjúkur við Skeggja. Ein dagin
fylgdust báðir saman í haganum; teir
gingu eystur um Stórafjall og hugdu
har at seyðinum. Sølmundur lokkaði
Skeggja at koma við sær út á nøvina,
sum har gongur brøtt út móti Gøtuvík.
Skeggi var góðvarin og hevði ongan
illgruna við bróðirin; hann gekk tí
framman undan. Men tá iðSkeggi var
komin út á upsina ytst úti á nøvini,
skúgvaði Sølmundur undir hann, so
hann fell út av niður í urðina, og læt
hann har sítt lív. Hetta bergið kallast
enn á døgum Skoggjanøv. Sølmundur
settist nú í búgv bróður síns og sigist
hava givið bygdini navn, Sølmundar-
fjørður; sumir siga, at hann mátti
flýggJ3 úr oyggjunum. tá ið tað spurd-
ist, at hann hevði verið Skeggja at bana.
Søga Magnusar Heinasonar.
(Framhald.)
XIV.
Magnus setur búgv í Danmørk.
Magnus setti nú búgv í Álaborg
norður við Limfjørðin. Haðani hevði
hann stuttan veg til vinmann sín, Hans
Lindenov, sum ikki longur var embæt-
ismaður í Bjørgvin, men búsettur á
harragarði sínurn, Ørslev kleystur, á
Jútlandi, og ofta munna teir hava vitjað
hvønn annan.
Um jólatíð 1587 gav kongur Magn-
usi tað heitorð, at hann skuldi fáa oynna
Ekholm í Limfirði í len. Eisini gav
kongur honum loyvi at fara til Føroya
sumarið eftir til at krevja inn gantlar
skuldir. Og Magnus fór eisini til Før-
oya um várið 1588; men tá ið hann
seinri á sumri kom aftur til Danmarkar,
var hansara trúgvi vinur og holli væl-
gerðamaður, Fríðrikur kongur annar,
deyður, ogtyramenn vórusettir til atstýra
ríkinum, meðan Kristian fjórði var
smádrongur. Ein av hesum ríkisstýr-
arunum var Kristoffer Valkendorf, og
hann hevði góðan hug til at gera leiðina
torføra fyri Magnusi. Oynna Ekholm
fekk Magnus tó, so sum kongur hevði til-
sagt honum, og vit kunnu ætla, at í tí
spurninginum munna hinir ríkisstýr-
ararnir hava tikið Kristoffer Valken-
dorf av ráðum.
Magnus var nú ríkur maður; Ek-
holm hevði hann í len, nógva jørð átti
hann í Noregi, og fleiri skip bar hann
eisini orð fyri at eiga. Hann sýnist nú
at hava verið leiddur av sjólívinum, og
hann mundi hava bestan hug at liva á land-
inum saman við konu og børnum. Og
hann hevði ráð til tess; tí aftrat øllum