Ungu Föroyar - 01.10.1910, Side 8

Ungu Föroyar - 01.10.1910, Side 8
80 — Keypið við skili. At keypa vifl skili! — Sum okkum skuldi tørva nakra leiðbeininjr, hvussu vit skulu keypa«, sigir onkur. Ein dagin vísti Guðrun í Lánni mær ein príslista og segði, at hon ætlaði at bestilla sær eina sinørkannu og tveir køkuborðdiskar. »Hygg, teir eru av silvuri, eila silvur utan, og so kosta teir so ógviliga lítið«, segði hon. »Fást ikki við, hatta er nakað skitt alt samalt*, segði eg. Hon gjørdist ill og kallaði meg seraknokk og býttling og annað tílíkt. Ein mánað seinri vitjaði eg hana upp aftur. Tá var hon illa hýrd og kom at gremja seg fyri mær um smør- kannuna og køkuføtini; tí nú var heila stásið blikk og longu gravrustað. Ikki gekk betur hjá lítla Mikkjali, tá ið hann bestilti sær brøkurnar á sinni. »Tær eru bæði sterkar og vakrar og, ikki at gloyma, bíligar*, helt hann tá ið hann fyrstu ferð læt seg í tær. Men gleðin var stokkut; tí tá ið hann hevði gingið í teimum eina viku, vóru tær so stórar, at bæði lítli Mikkjal og og pápi hansara og abbi hansara allir í senn kundu fara í tær. Áðrenn tær vóru hálvt árs gamlar, tók hann tær upp til at bøta gamlar sekkir við, og tær dugdu valla til tað heldur. Men nú var tað so, at hesir sekkirnir ikki skuldu brúkast til annað enn at koyra torv í eftir einum rennistrongi. »Tað er versta skitt, ið hevur verið á mínum lørum«,' hevur 'Mikkjal altíð sagt síðani. Hyggið fyrst í krambúðirnar her heima hjá okkum sjálvum, og tit fáa tá at síggja, at mangt, ið »bestilt« verð- ur, er bæði dýrari og ringari enn somu varur, sum fáast hjá keypmonnum heima hjá okkum sjálvum. at tann, sum skundar sær, kann fáa til keyps ein hóp av frálíka góðum og bíligum vørum? Her skal t. d. nevnast: Seymimaskinur, ur, barometur, kik- arar, og ein mongd av gullstási, raki knívar, kokufot, borðdúkar, borOteppi, gott og vakurt tilfar til skjúrtur og kjólar og mangt annað. Trúlovunarringar útvegast, somu- leiðis stovu- og kirkjuorgul við ljómandi føgrum tóna. Alt fæst í handlinum hjá M. Einarsson í Havn. Skalt tú keypa? Tørvar tær sukur, kaffí, te, oliu- klseði, svartaskógvar, stivlar, seym- aOar skjúrtur, skjúrtutoy, borOdúkar, borOteppi, kjólatoy, buxutoy • ella okkurt annað, so vitja tær inn í kram- búðina hjá B. A. Samuelsen, (Tlfn. nr. 15). Tórshavn. Fiálíkir klædmngar SL,min^o..“£S hjá Johs. Nolsø, Tórshavn. (Tlfn. 44). Útgevari og blaðstýrari: Símun av Skarði, Føroya fólkaháskúli, Tórshavn. Prentstniðja »Fram«s, Tórshavn. i

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.