Ungu Föroyar - 01.10.1910, Page 8
80 —
Keypið við skili.
At keypa vifl skili! — Sum okkum
skuldi tørva nakra leiðbeininjr, hvussu
vit skulu keypa«, sigir onkur.
Ein dagin vísti Guðrun í Lánni
mær ein príslista og segði, at hon ætlaði
at bestilla sær eina sinørkannu og tveir
køkuborðdiskar. »Hygg, teir eru av
silvuri, eila silvur utan, og so kosta
teir so ógviliga lítið«, segði hon. »Fást
ikki við, hatta er nakað skitt alt samalt*,
segði eg. Hon gjørdist ill og kallaði
meg seraknokk og býttling og annað
tílíkt.
Ein mánað seinri vitjaði eg hana
upp aftur. Tá var hon illa hýrd og
kom at gremja seg fyri mær um smør-
kannuna og køkuføtini; tí nú var heila
stásið blikk og longu gravrustað.
Ikki gekk betur hjá lítla Mikkjali,
tá ið hann bestilti sær brøkurnar á
sinni. »Tær eru bæði sterkar og vakrar
og, ikki at gloyma, bíligar*, helt hann
tá ið hann fyrstu ferð læt seg í tær.
Men gleðin var stokkut; tí tá ið hann
hevði gingið í teimum eina viku, vóru
tær so stórar, at bæði lítli Mikkjal og
og pápi hansara og abbi hansara allir
í senn kundu fara í tær. Áðrenn
tær vóru hálvt árs gamlar, tók hann
tær upp til at bøta gamlar sekkir við,
og tær dugdu valla til tað heldur. Men
nú var tað so, at hesir sekkirnir ikki
skuldu brúkast til annað enn at koyra
torv í eftir einum rennistrongi.
»Tað er versta skitt, ið hevur verið
á mínum lørum«,' hevur 'Mikkjal altíð
sagt síðani.
Hyggið fyrst í krambúðirnar her
heima hjá okkum sjálvum, og tit fáa
tá at síggja, at mangt, ið »bestilt« verð-
ur, er bæði dýrari og ringari enn somu
varur, sum fáast hjá keypmonnum heima
hjá okkum sjálvum.
at tann, sum skundar sær, kann fáa til
keyps ein hóp av frálíka góðum og
bíligum vørum? Her skal t. d. nevnast:
Seymimaskinur, ur, barometur, kik-
arar, og ein mongd av gullstási, raki
knívar, kokufot, borðdúkar, borOteppi,
gott og vakurt tilfar til skjúrtur og
kjólar og mangt annað.
Trúlovunarringar útvegast, somu-
leiðis stovu- og kirkjuorgul við ljómandi
føgrum tóna.
Alt fæst í handlinum hjá
M. Einarsson
í Havn.
Skalt tú keypa?
Tørvar tær sukur, kaffí, te, oliu-
klseði, svartaskógvar, stivlar, seym-
aOar skjúrtur, skjúrtutoy, borOdúkar,
borOteppi, kjólatoy, buxutoy • ella
okkurt annað, so vitja tær inn í kram-
búðina hjá B. A. Samuelsen,
(Tlfn. nr. 15). Tórshavn.
Fiálíkir klædmngar SL,min^o..“£S
hjá Johs. Nolsø, Tórshavn.
(Tlfn. 44).
Útgevari og blaðstýrari: Símun av Skarði, Føroya fólkaháskúli, Tórshavn.
Prentstniðja »Fram«s, Tórshavn.
i