Ungu Föroyar - 01.06.1915, Side 6

Ungu Föroyar - 01.06.1915, Side 6
— 46 — henni inn eftir firðinum um dagin. Klængur vildi flyta hana til Rísoyar, tí at tað var styttri enn i Haga; men Torv- aldur vildi flyta hana íHaga; tíhannhelt tað vera líka beint. Klængur sigur, at tað var ikki lóg ikki at flyta hagar, sum flutningarmenn áttu land næst við. Torv- aldur segði seg at hava rætt og helt, at frændur Glúms tørvaðu ikki at tala um, hvat ið beint var og hvat skeivt, og hann legði aftur at: »Hvat sum lóg er ella ikki, tá munu hinir ríkaru nú ráða.* Torvaldur var betur mannaður á tí sinni, og hann og menn hansara tóku rekan av Klængi í móti hansara vilja; men báðir partar vóru landeigandi. Torvaldur og teir flentu at Klængi og hansara monnum og søgdu, at teir vóru ov dirvislítlir til at halda á. Ein morgun var Klængur tíðliga uppi, og hann fór við fýra monnum inn íHaga; hann kom har so tíðliga, at menn lógu i svøvni. Tá mælti Klængur: »Nú skulu vit leita okkum ráð; her eru neyt hjá garði, og vit skulu reka tey á húsini, har sum Torvaldur hvílir undir, og so lokka hann út.« Teir gjørdu so, og Torvaldur vaknar og loypur út. Klængur loypur at honum og veitti honum banasár. Hann fór síðani burtur og troystaði sær ikki at lýsa vígginum har; tí har á staðinum búðu nógvir menn. Hann fór so heim út í oyggjar og lýsti vígginum har. Nú eiga Tórarin og Tórður at taka upp sakarmál um drápið, sum teir søgdu vera morð. Tá ið henda søk kom til tings, sat Glúmur heima. í meðan fór hann út i Fljót og í Svarvaðardal og bað sær lið; tí hann væntaði færánsdóm*). Hann bað kortini um, at henda ætlan hansara mátti verða loynd. Kleyvi við Barð sigur: »Vist vilja vit veita Glúmi lið.« Eisini mangir aðrir lovaðu at hjálpa Glúmi við at savna menn. Siðan fór Glúmur heim. Søkin fór fram á tingi, og eftir tingið búgvast teir til færánsđóm. Teir høvdu fýra skip og tríati menn á hvørjum, *) færdnsdóm — dómur, hvarvið eins ognir verða domđur av einum (konfiskeraðar). og teir Einar, Tórarin og Tórður ráddu fyri skipunum, og teir koma innan frá landi og at oynni í lýsing, og teir sóu royk yvir húsunum. Einar spurdi, hvørt teimum sýndist so sum honum, at royk- urin var ikki allbláur. Teir søgdu, at teimum sýndist so. Einar segði: »Tað haldi eg meg síggja á roykinum, at fjøl- ment man vera inni í húsunuin. Men um so er, tá skulu vit fáa tað at vita við at rógva undan oynrti opinberliga, og munu vit tá verða vísir í, um fjølment er á oynni.« Og teir so gjørdu. Men tá ið oyggjarmenn sóu hetta, tá lupu teir út og til bátarnar og løgdu eftir teimum. Glúmur var tá komin har við tveimum hundrað monnum, og teir eltu teir allan vegin inn at Oddaoyri, og færánsdómurin varð ikki útførdur; men Oyfirðingar fingu vanvirðing av ferðini. Glúmur situr um sumarið í búgvi sinum. Hann átti eisini at friðlýsa heyst- ting; men tingstaðurin er fyri eystan fjørðin stutt frá Keypangi. Oyfirðingar savnaðu sær stórt lið saman; men Glúmur hevði bert tríati menn. Mangir høvdu á máli við Glúm, at hann mátti ikki fámentur fara. Hann sigur: »Livað havi eg nú mínar bestu dagar; men tað eri eg fegin yvir, at ikki hava teir elt meg so, at eg ikki fari beina leiðina.« Glúmur fór á skipi inn eftir firðinum, og gekk síðan á land og til búðirnar. Men har eru brekkur við skriðum og leysum gróti millum strondina og búðirnar. Men tá ið Glúmur kom beint niðan móti tí búðini, sum Einar átti, tá lupu menn úr búðunum við vápnum ímóti teimum og rendu teir oman av brekkunum. Glúmur fell og rullaði við skildi sínum oman á oyrina, og varð ikki sárur; men trý spjót stóðu føst i skildi hansara. Torvaldur tasaldi var tá komin at landi og sá, at illa stóð til hjá Glúmi; hann tók sær tí eina ár í hondina og leyp á land við henni og rann niðan f brekkuna og skeyt árina til Guðmundar hins ríka. Arin kom á skjøldin, so hann fór í sundur, og árarlummurin kom fyri bróstið á honum, so hann fell í óvit og"

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.