Ungu Föroyar - 01.06.1915, Page 6
— 46 —
henni inn eftir firðinum um dagin.
Klængur vildi flyta hana til Rísoyar, tí
at tað var styttri enn i Haga; men Torv-
aldur vildi flyta hana íHaga; tíhannhelt
tað vera líka beint. Klængur sigur, at
tað var ikki lóg ikki at flyta hagar, sum
flutningarmenn áttu land næst við. Torv-
aldur segði seg at hava rætt og helt, at
frændur Glúms tørvaðu ikki at tala um,
hvat ið beint var og hvat skeivt, og hann
legði aftur at: »Hvat sum lóg er ella
ikki, tá munu hinir ríkaru nú ráða.*
Torvaldur var betur mannaður á tí sinni,
og hann og menn hansara tóku rekan av
Klængi í móti hansara vilja; men báðir
partar vóru landeigandi.
Torvaldur og teir flentu at Klængi
og hansara monnum og søgdu, at teir
vóru ov dirvislítlir til at halda á.
Ein morgun var Klængur tíðliga uppi,
og hann fór við fýra monnum inn íHaga;
hann kom har so tíðliga, at menn lógu i
svøvni. Tá mælti Klængur: »Nú skulu
vit leita okkum ráð; her eru neyt hjá
garði, og vit skulu reka tey á húsini, har
sum Torvaldur hvílir undir, og so lokka
hann út.« Teir gjørdu so, og Torvaldur
vaknar og loypur út. Klængur loypur at
honum og veitti honum banasár. Hann
fór síðani burtur og troystaði sær ikki
at lýsa vígginum har; tí har á staðinum
búðu nógvir menn. Hann fór so heim út
í oyggjar og lýsti vígginum har.
Nú eiga Tórarin og Tórður at taka
upp sakarmál um drápið, sum teir søgdu
vera morð.
Tá ið henda søk kom til tings, sat
Glúmur heima. í meðan fór hann út i
Fljót og í Svarvaðardal og bað sær lið;
tí hann væntaði færánsdóm*). Hann bað
kortini um, at henda ætlan hansara mátti
verða loynd. Kleyvi við Barð sigur:
»Vist vilja vit veita Glúmi lið.« Eisini
mangir aðrir lovaðu at hjálpa Glúmi við
at savna menn. Siðan fór Glúmur heim.
Søkin fór fram á tingi, og eftir
tingið búgvast teir til færánsđóm. Teir
høvdu fýra skip og tríati menn á hvørjum,
*) færdnsdóm — dómur, hvarvið eins ognir verða
domđur av einum (konfiskeraðar).
og teir Einar, Tórarin og Tórður ráddu
fyri skipunum, og teir koma innan frá
landi og at oynni í lýsing, og teir sóu
royk yvir húsunum. Einar spurdi, hvørt
teimum sýndist so sum honum, at royk-
urin var ikki allbláur. Teir søgdu, at
teimum sýndist so. Einar segði: »Tað
haldi eg meg síggja á roykinum, at fjøl-
ment man vera inni í húsunuin. Men um
so er, tá skulu vit fáa tað at vita við at
rógva undan oynrti opinberliga, og munu
vit tá verða vísir í, um fjølment er á
oynni.« Og teir so gjørdu. Men tá ið
oyggjarmenn sóu hetta, tá lupu teir út
og til bátarnar og løgdu eftir teimum.
Glúmur var tá komin har við tveimum
hundrað monnum, og teir eltu teir allan
vegin inn at Oddaoyri, og færánsdómurin
varð ikki útførdur; men Oyfirðingar fingu
vanvirðing av ferðini.
Glúmur situr um sumarið í búgvi
sinum. Hann átti eisini at friðlýsa heyst-
ting; men tingstaðurin er fyri eystan
fjørðin stutt frá Keypangi. Oyfirðingar
savnaðu sær stórt lið saman; men Glúmur
hevði bert tríati menn.
Mangir høvdu á máli við Glúm, at
hann mátti ikki fámentur fara. Hann
sigur: »Livað havi eg nú mínar bestu
dagar; men tað eri eg fegin yvir, at ikki
hava teir elt meg so, at eg ikki fari
beina leiðina.«
Glúmur fór á skipi inn eftir firðinum,
og gekk síðan á land og til búðirnar.
Men har eru brekkur við skriðum og
leysum gróti millum strondina og búðirnar.
Men tá ið Glúmur kom beint niðan móti
tí búðini, sum Einar átti, tá lupu menn
úr búðunum við vápnum ímóti teimum og
rendu teir oman av brekkunum. Glúmur
fell og rullaði við skildi sínum oman á
oyrina, og varð ikki sárur; men trý spjót
stóðu føst i skildi hansara.
Torvaldur tasaldi var tá komin at
landi og sá, at illa stóð til hjá Glúmi;
hann tók sær tí eina ár í hondina og
leyp á land við henni og rann niðan f
brekkuna og skeyt árina til Guðmundar
hins ríka. Arin kom á skjøldin, so hann
fór í sundur, og árarlummurin kom fyri
bróstið á honum, so hann fell í óvit og"