Ungu Föroyar - 01.06.1915, Side 7

Ungu Föroyar - 01.06.1915, Side 7
— 47 — varð av fýra raonnum borin í rekkjuváð til búðina. Siðani roynđi hvør parturin at eggja annan til nýtt álop, og teir skutu spjótum og kastaðu gróti; har var hart stríð, og mangir vóru sárir, og allir vóru á einum máli um, at ikki kunđu fáir menn verja seg betur enn Glúmur og hansara menn. Einar gjørdu harða atsókn við sínum monnum; tnen tá gingu aðrir menn í millum, og bardagin endaði so, at tveir menn fullu hjá Glúmi: Klængur Narva- son og Grimur oyrarleggur, bróðir Hall- dóru, konu Glúms. Tá kvað Brúsi Hallason hesavísuna: Frættist víða fregnin: fátt man okkum bella; virðing mikla vinna vit í vápnaleikum. Ofnan undan brekku allir teir brátt hopra; varđi meg tó valla valin so at eiga. Einar kvað hesa visuna: Ælar groft við ørvum. Undan Glúmur rennur, sporar gjøgnum skriður, skjótir eru føtur. Fimur hann i fjøru fram á gróti hoppar. Nú man neyvan kunna nakar honum stødga. Tá kvað Glúmur hesa vísuna í móti: Herur illa himprast, hýrur var ei góður; fáir vóru fúsir fram á os at halda, tá vit stóðu stinnir við stáli fyri teimum. Rann har droyri reyður. Ravnar fingu krásir. Semja varð fingin í lag á tann hátt, at dráp Klængs og Torvalds í Haga vóru býtt fyri javnt. Eisini var dráp Grims oyrarleggs mett at vera javnt við tann skaðan, sum Guðmundur hin riki hevði fingið. Glúmur var illa hýrdur um úrslitið, so sum hann kvað i ti visuni, hann yrkti seinri: Ellin eydnuleysa yvir mær nú ríkir; aldri man mær eydnast Oyrarlegg at hevna, ævi tað mær alla elur illsku i barmi. Leitt er liv mítt vorðið, liður brátt at enda. XXVIII. Um deyða Glúms. Tað var eitt sumarið, tá teir brøð- urnir Guðmundur og Einar riðu av tingi, at Glúmur beyð monnum til sín, og hann sendi menn upp til Øksnadalsheiðar at bjóða teimum brøðrunum til sín og lætst til at vilja, at full og heil semja kom teirra millum, og hann legði aftur at: »Tí eg eri nú fyri ellis sakir til einkis førur, og man eg ikki bert bjóða teimum til matar.c Glúmur var tá sjónleysur. Hann hevði vaktarmenn úti til at geva gætur eftir ferð teirra. Guðmundur vildi tiggja boðið, men Einar vildi ikki, og reið hvør teirra sínu- megin ánna. Tað var sagt Glúmi, at annar flokk- urin reið hagar. Tá segði Glúmur: »Tað man vera Einar, sum ikki vil tiggja boðið: hann er so tortryggur, at hann trýr ongum manni.c Tað er sagt, at Einar kallaði á Guðmund og mælti: »Har man eg koma í morgin, um tú kemur í kvøld.c Guð- mundur svaraði: »Tá man tað vera ætlan tín at hevja sakarmál um deyða mín,< og hann fer nú aftan á Einari. Hetta er sagt Glúmi, at hvørgin kemur hagar. »Tað var illa,c segði Glúmur, »tí tað hevði eg ætlað, um mær hevði hepnast at ganga í móti teimum, at báðir skuldu ikki sleppa óskalaðir.» Hann hevði drigið svørð undir skikkju sfni.

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.