Ungu Föroyar - 01.06.1915, Page 7
— 47 —
varð av fýra raonnum borin í rekkjuváð
til búðina.
Siðani roynđi hvør parturin at eggja
annan til nýtt álop, og teir skutu spjótum
og kastaðu gróti; har var hart stríð, og
mangir vóru sárir, og allir vóru á einum
máli um, at ikki kunđu fáir menn verja
seg betur enn Glúmur og hansara menn.
Einar gjørdu harða atsókn við sínum
monnum; tnen tá gingu aðrir menn í
millum, og bardagin endaði so, at tveir
menn fullu hjá Glúmi: Klængur Narva-
son og Grimur oyrarleggur, bróðir Hall-
dóru, konu Glúms.
Tá kvað Brúsi Hallason hesavísuna:
Frættist víða fregnin:
fátt man okkum bella;
virðing mikla vinna
vit í vápnaleikum.
Ofnan undan brekku
allir teir brátt hopra;
varđi meg tó valla
valin so at eiga.
Einar kvað hesa visuna:
Ælar groft við ørvum.
Undan Glúmur rennur,
sporar gjøgnum skriður,
skjótir eru føtur.
Fimur hann i fjøru
fram á gróti hoppar.
Nú man neyvan kunna
nakar honum stødga.
Tá kvað Glúmur hesa vísuna í móti:
Herur illa himprast,
hýrur var ei góður;
fáir vóru fúsir
fram á os at halda,
tá vit stóðu stinnir
við stáli fyri teimum.
Rann har droyri reyður.
Ravnar fingu krásir.
Semja varð fingin í lag á tann hátt,
at dráp Klængs og Torvalds í Haga
vóru býtt fyri javnt. Eisini var dráp
Grims oyrarleggs mett at vera javnt við
tann skaðan, sum Guðmundur hin riki
hevði fingið. Glúmur var illa hýrdur um
úrslitið, so sum hann kvað i ti visuni, hann
yrkti seinri:
Ellin eydnuleysa
yvir mær nú ríkir;
aldri man mær eydnast
Oyrarlegg at hevna,
ævi tað mær alla
elur illsku i barmi.
Leitt er liv mítt vorðið,
liður brátt at enda.
XXVIII.
Um deyða Glúms.
Tað var eitt sumarið, tá teir brøð-
urnir Guðmundur og Einar riðu av tingi,
at Glúmur beyð monnum til sín, og hann
sendi menn upp til Øksnadalsheiðar at
bjóða teimum brøðrunum til sín og lætst
til at vilja, at full og heil semja kom
teirra millum, og hann legði aftur at:
»Tí eg eri nú fyri ellis sakir til einkis
førur, og man eg ikki bert bjóða teimum
til matar.c Glúmur var tá sjónleysur.
Hann hevði vaktarmenn úti til at geva
gætur eftir ferð teirra.
Guðmundur vildi tiggja boðið, men
Einar vildi ikki, og reið hvør teirra sínu-
megin ánna.
Tað var sagt Glúmi, at annar flokk-
urin reið hagar. Tá segði Glúmur: »Tað
man vera Einar, sum ikki vil tiggja boðið:
hann er so tortryggur, at hann trýr
ongum manni.c
Tað er sagt, at Einar kallaði á
Guðmund og mælti: »Har man eg koma
í morgin, um tú kemur í kvøld.c Guð-
mundur svaraði: »Tá man tað vera ætlan
tín at hevja sakarmál um deyða mín,< og
hann fer nú aftan á Einari.
Hetta er sagt Glúmi, at hvørgin
kemur hagar. »Tað var illa,c segði
Glúmur, »tí tað hevði eg ætlað, um mær
hevði hepnast at ganga í móti teimum,
at báðir skuldu ikki sleppa óskalaðir.»
Hann hevði drigið svørð undir skikkju sfni.