Føroya kunngerðasavn A og B - 04.06.1953, Qupperneq 29
29
peningur verður játtaður á fíggjarlógini við 40.000 kr. í 10
ár. — Eingin peningur verður goldin fyrr enn tekningarnar
og tann liðugi bygningurin er góðkendur av avvarandi før-
oysku og donsku myndugleikunum. — Fyrstu 40.000 kr. er
helmingurin av teimum 80.000 kr., ið á hesi konto standa.
Hin helmingurin verður at nýta til kommunur, ið komn-
ar eru í peningaligar trupulleikar av síni skúlabygging.
Til § 20.4: Til Niels á Botni, Nólsoy (fuglakanningarstøð), 1600 kr. Frú
Petra Djurhuus, Tórshavn (djórasavn), 1000 kr.
Til § 20.5.3: Til skúlabókasavn á Eiði eru játtaðar 1.000 kr. og 2.400 kr.
til bókasavn í Klakksvík.
Til § 20.7: Sømđarpeningur fyri vísind, list og skaldskap:
1. Mikkjal á Ryggi ............................ 1.200
2. Sverri Patursson ........................... 1.200
3. Rasmus Rasmussen ........................... 1.200
4. Dr. med. R. K. Rasmussen.................... 1.200
5. Niels Kruse ................................ 1.200
6. Olivar á Ryggi ............................... 800
7. Hans M. Eidesgaarđ............................ 800
8. Poul F. Joensen .............................. 800
9. Hans Jacob Jacobsen .......................... 800
10. Martin Joensen................................ 800
11. S. J. Mikines................................. 800
12. Janus Kamban ................................. 800
13. William Heinesen ............................. 800
14. Richard Thomsen............................... 800
Til § 20.8: Á fíggjarætlan fyristøðumannsins standa 6.000 kr. til kann-
ingar av koli í Suðuroy. Tær eru ikki játtaðar her men av
200.000 kr. marshallpeningi, sum játtaðar eru til hetta.
Til § 21.4.1: Játtanin verður at býta soleiðis, at 2000 kr. fara til arbeiðið
millum sjómenn í Aberdeen og Vestmannoyggjunum og 5000
kr. til sjómannsheimið í Grønlandi.
Til § 23.1.3: Verkið skuldi kosta 140.000 kr., men kom at kosta stívar
180.000 kr. Hesin studningur er 25% av meirakostnaðanum.
Til § 23.2: Á vetrartingi 1950 (løgtingsmál nr. 33) varð samtykt at
veita felagnum S.E.V. studning til rinđan av rentu av lánum
tey 3 byggiárini og 9 tey fyrstu rakstrarárini; fyri árið
1953/54 verður studningurin settur til 100.000 kr.
Til § 23.8: Eftir tilmæli fíggjarnevndarinnar avger landsstýrið, hvussu
játtanin skal nýtast.