Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 17

Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 17
57 II. Viðbót til fiskaprísir. § 5. Teimum, sum eftir § 1, 1. stk., er tryggjað minstuløn, verður veitt viðbót til fiska- prísin, tó ikki um fiskurin verður landaður uttanfyri Før- oyar ella Grønland. § 6. Viðbótin eftir § 5 er henda: a) Fullsaltaður fiskur nr. 1 landaður í Føroyum ella Grønlandi av snøris-, línu- ella garnaveiðu: _ pr. kg Toskur yvir 22” . . 55 oyru Fullsaltaður fiskur nr. 1 landaður í Føroyum ella Grøn- landi av trolveiðu: Toskur yvir 22” . . 35 oyru Fullsaltaður fiskur nr. 1 landaður í Føroyum ella Grøn- landi av snøris-, línu-, garna- og trolveiðu: Toskur 16—22” . . 35 oyru Toskur 12—16” . . 5 oyru Fyri fullsaltaðan tosk av útróðri í Grønlandi ........... 10 oyru Fyri allan feskfisk av útróðri í Grøn- landi ................ 5 oyru Mynstraðir fiskimenn við skipum (dekkarar, kokkar og kokkadreingir), ið landa ísfisk (feskan fisk) í Føroy- tun, fáa 15 oyru pr. kg av øllum rundum kruvdum fiski til 34 % av bruttoveið- uni. b) Prísískoyti verður latið til skiparar, stýrimenn, bestu- menn, maskinmenn og mo- torpassarar, tá ið hýra teirra liggur niðanfyri 2.500 kr. um mánaðin hvønn túr. e) Prísískoyti verður latið til hesar partar av bruttofong- inum: á snørisskipum ...... 45 % á stórtrolarum ...... 30 % á øðrum trolarum, gar- naskipum, smærri trol- fønun, og línuskipum 35 % og luttaka í býtinum av hesum allir av manningini uttan skiparar, maskinmeist- arar og kokkadreingir við líka parti til hvønn; har mynstrað er fyri minni enn heilan part, fær hesin 1 mun til partin. í sjálvdrátt- arveiðu verður býtt eftir fiskatali. í sjálvdráttarveiðu fær lastamaðurin bert við- bót av lastamanslønini (fi- skatalinum) og kokkurin bert 5/4 miðalparti (ikki av sjálweiddum fiski), alt inn- anfyri tey 45 % av brutto. Skiparar, maskinmeistarar og kokkadreingir fáa viðbót eftir somu treytum, t. v. s. hægst ein part hvør, men uttanfyri frammanfyri ásetj;u %. Við stórtrolarar verðúr meint trolarar yvir 500 BRT. § 7. Innan 4 vikur eftir landing sendir reiðarin grunninum av- rokning við hesum frágreið- ingum: Vektseðil (í sjálvdrátti við stykkjatali pr. mann), lista yvir menninar við avrokning pr. mann, matrokning, fyri bestamenn og motorpassarar nettopart pr. mann, og tá Fiski- vinnustovan hevur váttað, at vektseðilin er samsvarandi vrakaraváttanini, kann grunn- urin avgreiða prísískoyti til teirra, ið eru lógliga mynstrað- ir. Er ikki fullfíggjað uppgerð komið áðrenn 31. december árið eftir, at túrurin er endað- ur, kann ikki gjaldast prís- ískoyti og viðbót fyri túrin. III. Úttøka. § 8. Grunnurin hevur heimild at taka aftur úttøku, ið ikki kann rinđast av avrokning fiski- manna, av prísískoyti og løn- arviðbót. § 9. Uttøkan er upp til kr. 1100,00 um mánaðin til teir menn, ið eru undir minstulønarskipan- ini (á saltfiska- og sildaveiðu og á útróðri í Grønlandi) og fæst soleiðis: Uppá umsóknar- blað, ið fæst hjá skrivstovu grunsins, fiskimannafelagsins og mynstringarstjóranna skriv- ar maður, ið ynskir úttøku, ta peningahædd, hann ynskir um mánaðin, skipanavnið, navn sítt, føðingardag og -ár, bústað, navnið á tí, peningurin skal sendast til, og hevur hann við undirskrift síni tilskrivað grunninum sjóveð fyri úttøku- peningin av avrokning sínari, so langt hon røkkur. Tá reið- arin hevur sent grunninum

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.